Teitur Lassen og føroyska kórið Tarira eru við á einari fløgu við heimskendum stjørnum sum Sting, John Mayer, Dave Matthews, Moby, Suzanne Vega og Alanis Morisette. Tað var andaligi leiðarin í Tibet, sum hevur heitt á heimsstjørnurnar um, gjøgnum tónleikin, at varpa ljós á frælsisstríðið í Tibet. Fløgan hevur fingið heitið ”Songs for Tibet – The Art of Peace”.
- Dalai Lama fekk sjálvur hugskotið til eina slíka felagsútgávu við tónleiki frá kendum tónleikarum. Hann setti seg í samband við felagsskapin »the Art of Peace Foundation«, um at hjálpa sær við útgávuni, sigur Teitur Lassen. Hetta er buddistiskur NGO-felagsskapur, sum virkar fyri at friði og mannarættindum, serliga í Tibet, við støði í læruni hjá andaliga leiðaranum har, Dalai Lama.
- Hetta er kanska seinasti møguleikin veruliga at gera vart við støðuna í Tibet gjøgnum heimspressuna, nú OL er í Kina, sigur Teitur Lassen við Sosialin, nú vit ringja til hansara yviri í Gotlandi.
Friðartónar
Hann greiðir eisini frá, at løgini á fløguni endurspegla friðarboðskapurin hjá Dalai Lama, og at andaligi leiðarin ber stóran ótta fyri, hvat kinesiskir myndugleikar finna uppá í Tibet, tá OL er av.
- Støðan í Tibet er sera spent og vandi er fyri nógvum ófriði og møguliga einum fólkamorði, tá olympisku leikirnir eru av. So hetta er ein roynd at gera vart við umstøðurnar har yviri og at skapa ein dialog við kinesisku myndugleikarnar, sigur Teitur Lassen, sum sjálvandi er sera fegin um, at sleppa at luttaka í altjóða vælgerandi arbeiði á hendan hátt.
Fyrigevingin
Spurdur, hvussu hann kom upp í leikin, greiðir Teitur frá, at fólkini handan verkætlanina kendu tónleik hansara.
- Eg havi spælt rættiliga nógv í USA og har kendu tey meg. Vit sum luttaka fingu eitt skriv frá Dalai Lama, har hann vinarliga heitir á okkum um at hjálpa sær í frælsisstríðnum á hendan hátt, sigur Teitur Lassen. Løgini skuldu hava ein friðarboðskap – antin innara ella globalan frið, og av tí, at alt kom rættiliga seint í lag, skuldu løgini vera til frammanundan, so tey lættliga kundu spælast inn av nýggjum.
- Eg valdi lagið »All my mistakes«, sum snýr seg um at gera mistøk og at duga at fyrigeva, sigur Teitur Lassen, sum beinanvegin heitti á vinmann sín, tónaskaldið Trónd Bogason, um at gera eina útseting av lagnum fyri kvinnurøddir, bass og solosang. Síðani varð tikið upp í Vesturkirkjuni, har kvinnuligir sangarar úr Tarira sungu undir.
- Eg ynskti at koma við einum norðurlendskum íkastið til útgávuna og tað endaði so við hesum lagnum, sum hevur eitt minimalistiskt og friðarligt ljóð. Og lagið hevur fingið sera góða móttøku frá útgevarunum, sum halda tað vera spennandi, at fáa okkurt við frá einum so fjarskotnum landi, sigur Teitur Lassen, sum eisini kennir Sunleif Rasmussen og kór hansara frá fyrr, og tí visti, at tað boðaði frá góðsku, at fáa tey við.
Vælgerandi endamál
Men hvat fær ein tónleikari sum Teitur Lassen burturúr at luttaka í slíkari útgávu?
- Peningaliga fái eg onki. Alt yvirskotið fer til vælgerandi endamál, harav helmingurin til frælsisstríðið í Tibet og restin til aðrar felagsskapir. Vit solistar eru tí biðin um at velja okkum hvør sítt vælgerandi endamál at lata til eisini, sigur Teitur Lassen, sum ikki hevur funnið útav, hvør skal hava hansara part enn.
- Lagið hjá mær hevur verið nýtt í einum líknandi sambandið fyrr. Tað var í einum filmi um eina familju frá Cambodja. Hesin filmur fekk fleiri virðislønir, sigur Teitur, sum kortini viðgongur, at luttøka í slíkum arbeiði sjálvandi eisini gevur honum umrøðu sum tónleikari.
Teitur Lassen og Tarira koma ikki sjálvi í samband við øll tey kendu fólkini, sum eru við í verkætlanini – hvørki solistar ella Dalai Lama sjálvan.
- Men vinur mín Jónas Block Danielsen hevur hitt Dalai Lama, so tað man vera í lagi, sigur Teitur, og forklárar um ta ferðina Jónas skuldi við flogfarinum yviri í Norra.
- Tá hann setir seg á setrið, varnast hann eitt kent andlit undir liðini á sær. Tá er tað sjálvur Dalai Lama, sum situr har, sigur Teitur og flennir.
Friðarligt mótmæli
Ítróttarfólkini, sum luttaka í OL, kunnu taka fløguna ókeypis niður av internetinum. Onnur, sum vilja stuðla arbeiðinum fyri friði, kunnu keypa hana í handlunum og á internetinum. Tað hevur tó verið frammi, at tað kann hava stórar avleiðingar við sær hjá ítróttarfólkunum, um tey á nakran hátt vísa ónøgd við kinesiska stýrið. Øll mótmæli kunnu hava við sær, at tey verða burturvíst frá leikunum.
- Men, taka tey stuðulsfløguna niður av netinum, kann ein iPod ella MP3-spælari vera eitt friðarligt, men sterkt, mótmæli móti kúgan og vantandi mannarættindi í Kina, herundir í Tibet, sigur Michael Wohl, leiðari fyri »The Art of Peace Foundation« í einum tíðindaskrivi.
--
Myndatekstir:
TEITUR LASSEN:
- Nú OL er í Kina er hendan fløgan kanska seinasti møguleikin veruliga at gera vart við støðuna í Tibet gjøgnum heimspressuna, og á tann hátt at koma í dialog við kinesiskir myndugleikar, sigur Teitur Lassen við Sosialin
--
DALAI LAMA:
Andaligi leiðarin í Tibet er Dalai Lama, sum livir og virkar í útlegd. Av tibetanum verður hann mettur at vera sjálv ímyndin av tibetansku fólkasálini. Hann er høgt í metum og verður umgyrdur við nógvari virðing og kærleika. Hjá nógvum er hann eisini ímyndin av friði, og hugburðinum um, at øll mál kunnu loysast við friðarligum midlum.
--
KINA Í TIBET
Sambært teimum, sum stríðast fyri einum frælsum og sjálvstøðugum Tibet, hevur landið liðið nógv undir hersetingarvaldinum í Kina, sum hevur verið galdandi síðan 1949. Tibet er ikki til á heimskortinum og verður ignorerað av øðrum londum og av ST. Stjórnin, við Dalai Lama á odda, býr í útlegd í India og verður ikki tikin við í samráðingar um mál, sum snúgva seg um landið.
Allar avgerðir verða tiknar í Beijing, haðani landið verður stýrt. Tali-, skrivi- og pressufrælsið er nógv skert og miðlarnir eru statsstýrdir. Tibetanska fólkið livir undir strongum eftirliti, og ein vanlig revsing er, at senda fólk til ”fosturlandsuppaling”. Torturur er vanligur í fongslunum, har yvir 100 kendir politiskir fangar sita í løtuni. Ein stórur partur av mentanararvinum er lagdur í oyði. Eitt nú blivu 6259 klostur oyðiløgd í árunum 1954-1971. Eisini er strangt eftirlit við alt virksemið hjá klostrunum, og fleiri hundrað munkar og nunnur hava fingið forboð móti at koma heim aftur í klostrini, eftir at tey hava luttikið í mótmælistiltøkum. Eini 150.000 tibetanarar liva í útlegd og á hvørjum ári flýggja 2-3.000 til India eller Nepal. Harav eru nógv børn, sum vilja nema sær tibetandska útbúgving í útlegd. Ongi almenn tøl eru at finna um Tibet.
Kelda: www.tibetkomite.dk
--
LOGO
Teldutøka útgávan av ”Songs for Tibet – The Art of Peace”, sum kom út 5. august, gjørdist longu fyrsta dagin mest seljandi teldutøka útgávan á iTunes í USA, Kanada, Fraklandi, Italia og Hollandi. Fløgan kom í handlarnar í gjár, 12. august.