Amerikanski sjónleikarin og tónleikarin Mandy Patinkin hevur júst givið nýggja fløgu út. Hetta er hansara fyrsta útgáva síðan 2002, og navnið er "Children and Art". Her tulkar hann sangir hjá fleiri øðrum tónleikarum - millum annað føroyska Teiti Lassen.
Og tað er ikki hissini selskap, Teitur er í á hesari útgávuni. Tí har eru eisini tulkingar av nøvnum sum Rufus Wainwright, Tom Waits, Lyle Lovett, Laurie Anderson, Randy Newman, Stephen Sondheim, Marc Anthony Thompson og Taylor Mac.
Mandy Patinkin hevur valt at syngja sangin "To be of Use" hjá Teiti. Hetta er ikki fyrstu ferð, amerikanarin tulkar sangir hjá Teiti. Hann hevur eisini sungið fleiri aðrar sangir, sum m.a. "I Have Found My Happines".
Her ber til at hoyra tulkingina hjá Mandy Patinkin av "To be of Use", sum er á nýggju útgávuni "Children and Art":
##med2##
Upprunaliga útgávan hjá Teiti kann hoyrast her:
##med3##