Teitur skal gevast út í Onglandi

Føroyski tónleikarin Teitur Lassen hvílir seg nú eftir eina drúgva konsertferð í USA og Europa

Teitur hevur seinastu mánaðirnar spælt í nógvum amerikanskum býum, í Kanada og fleiri europeiskum londum, men nú er konsertferðin liðug.
? Í løtuni eri eg bara heima við hús og geri púra einki, skrivar Teitur á heimasíðu sínari.
Í desember mánaði skal hann hava konsert í Vega í Keypmannahavn, og tað fer hann nú at fyrireika seg til. Á hesi konsert fer hann at hava strúkarar at spæla saman við sær, og onkir tónleikagestir fara eisini á pallin saman við honum.
Tað, sum stendur á skránni aftan á tað, er ein útgáva í Onglandi. Fløgan hjá Teiti, Poetry and Aeroplanes, er ikki givin út í Onglandi, men tað skal hon gerast nú.