Teitur umhugsar framtíðina í HB

Málverjin hevur ikki gjørt nýggjan sáttmála og umhugsar aðrar møguleikar

Teitur Matras Gestsson, sum hevur staðið í mál hjá HB síðani 2011, hevur ikki gjørt nýggjan sáttmála við felagið enn. Orsøkin er, at hann umhugsar støðuna í løtuni, tí hann hevur eitt ynski um at spæla fótbólt uttanlands.

 

Les eisini: Heimir til HB?

 

- Orsøkin til at eg ikki havi gjørt nýggjan sáttmála er, at eg kanni møguleikarnar uttanfyri Føroyar. Eg eri opin fyri øllum møguleikum, men leiti fyribils í Danmark, Noreg og Íslandi, sigur Teitur M. Gestsson.

 

25 ára gamli málverjin hevur verið málverji hjá HB síðani 2011. Hann hevur verið á veg til útlendskan fótbólt, millum annað fyri nøkrum árum síðani, tá hann skuldi til Vendsyssel.

 

Hann er ein av fleiri lyklaspælarum, sum ikki hava gjørt sáttmála við HB. Jóhan Troest Davidsen er ynsktur í NSÍ, Ári M. Jónsson er í Noreg og royndarvenur við Sandness Ulf og Viking Stavanger, meðan Aleksandar Stankov hevur sagt við Norðlýsið, at hann leitar eftir felagi uttanlands, háost hann hevur sáttmála við HB í tvey ár afturat.

 

Sum In.fo hevur skrivað fyrr, so er HB í samráðingum við Heimir Guðjónsson, ið hevur verið venjari hjá FH í Íslandi. Sum skilst, so hevur íslendingurin fingið tilboð um at venja HB komandi kappingarár og svarar í vikuni.