Tað eru tey fæstu 18 ára gomlu, sum hava verið ígjøgnum eins nógv og Teitur Hvidbro úr Havn. Í hálvttriðja ár var hann álvarsama sjúkur av blóðkrabba, eisini nevnt leukæmi, og mátti alla hesa tíðina vera knýttur at barnadeildini á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, har hann fekk viðgerð.
Sjúkrahússong, tablettir, dropp, fepur og pína var í næstan trý ár partur av gerandisdegnum hjá Teiti.
- Sjálvandi hevur tað verið ótrúliga hart. Tað ringasta var at vera burturi frá familju, vinfólkum og annars øllum tí kenda í Føroyum í so langa tíð, sigur Teitur, sum seinasta summar fekk at vita, at nú var hann frískur og kundi fara heim til Føroya aftur.
- Tað eru nokk tey bestu boðini, eg nakrantíð havi fingið, sigur Teitur Hvidbro. Hann velir at fortelja sína søgu, tí tað eru nógv fólk, sum ikki vita, hvat tað vil siga at vera tannáringur og blíva raktur av eini so álvarsamari sjúku sum blóðkrabba.
Var illa fyri
Tað byrjaði alt fyrst í desember í 2010. Allan jólamánaðin kendi Teitur, sum tá var 15 ára gamal, seg ikki væl. Hann bleiv við at vera sjúkur, hevði fepur og spýði.
- Eg hugsði ikki, at tað var nakað álvarsamt, men eg merkti bara, hvussu illa fyri eg var. Og so helt eg sjálvandi, at tað var løgið, at eg ikki bleiv frískur aftur, soleiðis sum mann vanliga verður, tá mann er sjúkur, greiðir Teitur frá.
Beint eftir at jólini og nýggjárið vóru farin aftur um bak, fór Teitur til læknan, tí hann kendi ongan bata yvirhøvur. Ymsar royndir blivu tiknar, og so var ikki annað at gera enn bíða eftir nærri boðum.
Longu nakrar tímar seinni ringdi læknin heim til foreldrini hjá Teiti.
- Eg lá á sofuni og svav, tá mamma kom inn í kamarið og segði við meg ”Teitur, nú er okkurt alvorliga galið. Vit mugu beinanvegin fara á barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, tí læknin skal fortelja okkum okkurt um, at tú ert sjúkur, fortelur Teitur, sum minnist væl ta løtuna.
- Bæði mamma og babba grótu, og rættiliga skjótt kom omma til okkara, og hon græt eisini. Sjálvur sat eg bara og visti ikki heilt, hvat eg skuldi halda um støðuna, minnist Teitur.
Á barnadeildini fortaldi læknin, at út frá blóðroyndunum, sum vóru gjørdar, kundu tey við næstan fullari vissu siga, at Teitur hevði blóðkrabba, tí øll tølini bendu á tað.
- Eg hugsaði ikki ordiliga nakað, beint tá hann fortaldi tað. Mamma og babba grótu, men eg visti ikki heilt sjálvur, hvussu eg skuldi reagera upp á tey boðini. Ein sjúkrasystir bað meg leggja meg á eina briks, og so fekk eg okkurt dropp í hondina. Tá hugsaði eg ”Ná, nú byrjar hetta”, sigur Teitur, sum ikki reiðiliga visti, hvat hann hevði í væntu næstu tíðina.
- Eg havi ongantíð kent nakran, sum hevur krabbamein, men hinvegin hoyrir mann javnan um krabbamein, og tí visti eg, at hetta var rættiliga álvarsamt. Men akkurát hvat tað var, sum eg skuldi ígjøgnum næstu tíðina, tað hevði eg ikki hóming av, sigur Teitur.
Hann vísir á, at tað ikki var soleiðis, at hann beinanvegin fór at hugsa um deyðin, tá hann fekk at vita, at hann hevði krabbamein.
- Tá tú ert 15 ár, hugsar tú ikki um deyðan, og tað gjørdi eg heldur ikki, hóast eg fekk staðfest blóðkrabba.
Glað, skallut børn
Longu næsta dag fór Teitur til Danmarkar við fyrsta flogfarinum tann dagin. Mamman var við honum, og hon royndi at fyrireika sonin upp á tað, hann kundi vænta at síggja á deildini fyri krabbameinssjúk børn á Ríkissjúkrahúsinum.
- Mamma fortaldi mær, at eg fór at síggja ting, sum eg ikki hevði upplivað fyrr. Skallut, hálvdeyð børn, sum vóru øgiliga illa fyri. So tað var eg fyrireikaður uppá, fortelur Teitur, sum bleiv koyrdur við einum Falck-bili beinleiðis úr flogfarinum og til Ríkissjúkrahúsið.
- Eg haldi ikki, at eg kendi meg so sjúkan júst tá. Eg havi eina mynd, har eg júst eri komin inn í bilin at liggja, har eg smílist og geri ein tummil upp til myndatóli, sigur Teitur.
Hann minnist væl ta løtuna, tá hann kom inn á barnadeildina fyri krabbameinsrakt børn.
- Øll vóru so blíð, minnist eg. Og so sá eg nógv skallut, men glað børn. Tá eg hugsi um tað nú, so var stemningurin heilt okey, hóast har vóru børn og tannáringar, sum øll vóru ógvuliga sjúk, sigur Teitur.
Tað er serliga eitt av starvsfólkunum, sum Teitur minnist væl.
- Longu fyrsta dagin heilsaði eg upp á kokkin, sum arbeiddi har á deildini. Hann var meira enn bara ein kokkur, tí hann var nokkso nógv um okkum ungu á deildini, skemtaði og prátaði við okkum. Og so gjørdi hann eisini ordiliga góðan mat, greiðir Teitur frá.
Teitur fekk einastovu á deildini, har hann kom at liggja í 9 mánaðir. Hóast hann lá einsamallur á stovuni, nýttist honum ikki at keða seg, tí inni á stovuni var sjónvarp, Nintendo, Playstation, DVD og internet.
- Eg plagdi fast at hyggja eftir Natholdet á TV2. Tað munnu vera fáir partar av tí sendingini, sum eg ikki havi sæð, heldur Teitur skemtiliga fyri.
Misti alla orku
Ein stórur partur av tíðini, Teitur var innlagdur, fór við at hyggja í sjónvarp. Einfalda orsøkin var, at hann hevði ikki orku til nógv annað serliga teir fyrstu mánaðirnar.
Tá hann hevði verið á deildini í 28 dagar, bleiv ein roynd tikin úr mønuni. Út frá tí royndini kundu læknarnir staðfesta, júst hvussu hart raktur Teitur var av blóðkrabba. Vanliga verða fólk við krabbameini flokkað í tríggjar bólkar, sum vísa, í hvørjum vandabólki sjúklingurin er í – høj risiko, medium risiko og lav risiko.
- Út frá royndini, sum var tikin úr mønuni, kundu læknarnir staðfesta, at eg hoyrdi til høj risiko-bólkin. Eg var jú eisini rættiliga illa fyri um tað mundið, fortelur Teitur, sum fekk intensiva kemoviðgerð og tablettir í umleið níggju mánaðir.
- Kroppurin bleiv totalt knústur av kemoviðgerðunum, og eg skifti millum at taka kemo og vera sjúkur. Soleiðis vóru dagarnir. Tíbetur er tað bara kroppurin, sum verður ávirkaður av hørðu viðgerðunum, tí sálarliga var eg soleiðis, sum eg altíð havi verið. Ikki tí, sjálvandi var alt hetta traumatiserandi fyri meg, men eg broytti ikki persónligheit ella nakað tílíkt, sigur Teitur.
Viðgerðirnar gingu soleiðis fyri seg, at Teitur hevði eitt CVK, sum er eitt bleytt plastikkrør, í bringuni, og so hekk ein posi við reyðari, gulari ella bláari vætu á einum stativi við síðuna av honum, sum fór inn í ærðarnar og skuldi gera hann frískan.
- Tað var ógvuliga strævið, og eg merkti væl, at eg als onga orku hevði í kroppinum. Ofta kundi eg liggja í songini í upp til 24 tímar, men tá royndi mamma at fáa meg at ganga eitt sindur á gongini, sigur Teitur.
Hóast hann var liðugur við intensivu viðgerðirnar, tá níggju mánaðir vóru lidnir, var tíðin aftaná nógv merkt av álvarsomum hjáárinum orsakað av kemoviðgerðunum. Eitt nú fekk Teitur herindi av epilepsi.
- Eg fekk nógv ymisk hjáárin. Eitt nú fekk eg epileptiskt annfall, so tað mátti eg eisini fáa heilivág fyri. Eg taki framvegis tablettir fyri epilepsi, men vónandi sleppi eg av við tær um ikki so leingi, sigur Teitur, sum eisini mátti dragast við ymsar aðrar fylgisjúkur aftan á kemoviðgerðirnar.
Tá níggju mánaðir vóru farnir, kundi Teitur vera í eini íbúð tætt við sjúkrahúsið, men hann var framvegis knýttur at Ríkissjúkrahúsinum og var har hvønn dag til viðgerð.
Hugsaði nógv
Tá tú sum Teitur liggur í sjúkrasong, og Ríkissjúkrahúsið einamest er títt heim, eru stundir til at gera sær tankar um alt tað, sum fer fram. Og tað gjørdi Teitur eisini.
- Í roynd og veru var eg ongantíð ordiliga bangin og helt, at eg fór at doyggja, men eg visti væl, at hetta var álvarsamt. Eg kendi meg tryggan har á barnadeildini á Ríkissjúkrahúsinum, sigur Teitur, sum brúkti nógva tíð á Facebook og Skype, ímeðan hann var í Danmark.
- Tá eg las á Facebook, sá eg ofta, at øll grenjaðu um veðrið. Og tá hugsaði eg ”Á, come on, hatta er einki at grenja um”, fortelur Teitur og heldur fram:
- Eg fekk nógvar heilsanir á Facebook, har fólk ynsktu mær góðan bata. Serliga í byrjanini skrivaðu nógv til mín, og eg bleiv ordiliga glaður fyri øll góðynskini, men tað vóru eisini tey, sum eg ikki kendi serliga væl, sum skrivaðu langar stílar til mín ella eisini ætlaðu at koma at vitja meg, og tað helt eg vera eitt sindur løgið og ikki akkurát tað, eg hevði hug til, fortelur Teitur.
Fýra ferðir, meðan hann var á Ríkissjúkrahúsinum, slapp Teitur til Føroya at vitja í nakrar dagar, og tað dámdi honum væl. Men hann merkti eisini, at fólk vóru áhugað í honum og hansara sjúku.
- Millum vinfólkini var eg tann sami, og spurdu tey um sjúkuna, ja so prátaðu vit eina løtu um tað. Tað var fínt. Men so vóru tað onkur vaksin, sum spurdu meg um alt millum himmal og jørð í sambandi við sjúkuna, og tað var av berum forvitni, og ikki tí tey veruliga vóru áhugað í, hvussu eg hevði tað. Eg haldi ikki enn tann dag í dag, at tað er serliga behagiligt, tá fólk, sum eg ikki kenni væl, koma yvir til mín og spyrja um alt møguligt. Vil eg tosa um mína sjúku, skal eg nokk vísa teimum tað, sigur Teitur.
Upplivdi gott samanhald
Tá Teitur gjørdist sjúkur, gekk hann í 9. flokki, og hóast hann var álvarsliga sjúkur og mátti til Danmarkar, slepti hann ikki skúlanum heilt.
- Allar bøkurnar komu við til Danmarkar, og eg las nógv og gjørdi eisini onkrar rokniuppgávur, men sjálvandi orkan var ikki til tað heilt nógva, sigur Teitur, sum eisini fór til próvtøkur í fleiri umførum, meðan hann var innlagdur.
- Eg minnist, at onkrar skrivligar próvtøkuuppgávur gjørdi eg í einum høli á Norðuratlantsbryggjuni. Tær munnligu próvtøkurnar fóru fram umvegis Skype. Tað var øðrvísi og eitt sindur løgið, sigur Teitur.
Tá øll vinfólkini heima í Føroyum byrjaðu á miðnámsskúla, gjørdi Teitur tað eisini. Hann fór bara á ein miðnámsskúla í Danmark.
- Fyrsta árið á studentaskúlanum gekk eg á Frederiksberg Gymnasium. Eg treivst væl, tey vóru øll fitt og skiltu mína søga. Eg minnist væl, hvussu deiligt tað var at blíva behandlaður bara sum ein vanligur flokksfelagi, tí tey hevði eg ikki upplivað í meir enn eitt ár, greiðir Teitur frá.
Hóast hann alla tíðina hevði samband við vinfólkini í Føroyum, so broyttist vinarbondini.
- Eg tosaði við fleiri teirra á Skype, men tú ert hóast alt burturi frá teirra gerandisdegi, og tá er ikki altíð so lætt at fylgja við. Og so als ikki tá talan er um hálvttriðja ár, sigur Teitur.
Hann fekk tó eisini nýggjar vinmenn á barnadeildini á Ríkissjúkrahúsinum.
- Vit vóru eini fimm dreingir í aldrinum 14 til 17 ár, sum allir vóru sjúkir av krabbamein, og vit royndu sum frægast at hugna okkum saman. Men eg minnist væl, tá tann eini brádliga doyði. Eg kendi hann ikki eins væl, og eg kendi onkran annan av dreingjunum, men tað var ógvuliga løgið, tí eg hevði jú sæð hann dagin fyri, og nú var hann brádliga burtur. Tá byrjaði eg av álvara aftur at hugsa um, hvussu álvarsamt krabbamein er, sigur Teitur og leggur afturat, at tað rakti onkran av dreingjunum ógvuliga meint, og onkur teirra gekk til sálarfrøðing leingi aftaná.
Aftur til vanliga lívið
Longu í januar mánaði í fjør kundu læknarnir fortelja Teiti og foreldrunum, at nú gekk rætta vegin, og hann kundi fara heim til Føroya um ikki so langa tíð.
- Faktisk var allur krabbin burtur, longu tá seks vikur vóru lidnar, men mann skal altíð vera longri í viðgerð. Í juni í fjør kundu læknarnir á Ríkissjúkrahúsinum endiliga siga við meg, at nú hevði eg tað so mikið gott, at eg var ordiliga frískur og kundi sleppa heim. Tað var so fantastiskt at hoyra, tí nú hevði eg verið ígjøgnum eitt satt helviti, sigur Teitur, sum tó mátti til eina póvtøku, áðrenn hann slapp heim.
- Tann 21. juni fór eg til munnliga roynd í donskum, fekk eitt fýra tal, var líkaglaður um tað, tí nú skuldi eg bara pakka kuffertið og so beint heim til Føroya. Tann kenslan var heilt óbeskrivilig, sigur Teitur.
Nú hevur hann búð í Føroyum í skjótt eitt ár og gongur á Studentaskúlanum á øðrum ári.
- Tað er fantastiskt. Flokkurin er genialur, og tey eru sera góð við meg. Tað var líka tann fyrsta tíðin, eftir at eg var komin heim, at eg skuldi finna meg til rættis, tí eg kendi meg eitt sindur lost. Bæði eg og eisini vinfólkini vóru nógv broytt ta tíðina, eg hevði verið niðri í Danmark. Men nú er alt super, sigur Teitur, sum - hóast hann er frískur av blóðkrabba - framvegis tekur onkran heilivág, og blóðroyndir verða gjørdar javnan.
- Heilivágurin ger meg rættiliga troyttan, men annars kenni eg meg væl, og eg haldi, at eg havi tað sum heild gott. Onkur sigur, at tað er ikki fyrr enn eitt sindur aftaná, at mann fer at hugsa um alt, mann hevur upplivað í sambandi við krabbamein, men tað havi eg ikki ordiliga enn. Kanska tað kemur, fortelur Teitur.
Hann heldur, at tíðarskeiðið, har hann var álvarsama sjúkur, hevur onkursvegna broytt hansara tankagongd.
- Eg royni at finna tað positiva í øllum og njóti hvørja løtu. Haldi heldur ikki, at eg grenji um tey tingini, sum eg kanska gjørdi, áðrenn eg bleiv sjúkur. Og tá fólk grenja um veðrið, so flenni eg bara eftir teimum. Tað eru aðrir og størri trupulleikar til enn akkurát veðrið, sigur Teitur.