Teitur við nýggjum lagi

Í heyst kemur Teitur við nýggjari útgávu – og í dag kunnger hann eitt av nýggju løgunum.

 

Talan er um sættu útgávuna hjá Teiti, sum hevur fingið heitið Story Music. Lagið, sum Teitur hevur kunngjørt, eitur Rock And Roll Band. Tann 19. juli skipaði Teitur fyri tiltaki fyri innbodnum í Studio Bloch í Havn, har Birgir Kruse millum annað skrivaði soleiðis á birkblog.blogspot.com um júst Rock And Roll Band. 

- Fyrri enski sangurin er Rock and roll, sum er ein søga um eitt orkestur, sum frá 1969 til 1972 spældi inn eina plátu í Suðurfraklandi. Skjótt kemur tú eftir at hetta er søgan um Rolling Stones og teirra dupultu LP Exile on Main Street (1972). Og heitið, Rock and roll, kemur til sín rætt, tá Teitur velur at byrja intimu gittarkonsertina við stívum armi, sum var tað Pete Townshend, ið situr fyri okkum og rullar armin i fullari longd, runt og runt, og slær við harðari kraft á steingirnar, skrivaði Birgir Kruse.

 

Í blaðnum, sum Gaffa gevur út 30. august, er drúgv samrøða við Teitur um útgávuna, men í dag sigur Teitur millum annað soleiðis á heimasíðuni um útgávuna:

- Story Music er kompositónir og søgusiging. Tónleikararnir eru í stóran mun lokalir í aldrinum 9-86 ár. Tilsamans eru teir 60 í tali. Í flestu førum er tað innspælt og sungið live, og eg havi sjálvur staðið fyri øllum arrangementunum, burtursæð frá nøkrum einstøkum, sum millum annað Van Dyke Parks hevur gjørt, greiðir Teitur frá.

Hoyr nýggja lagið hjá Teiti, Rock And Roll Band, her

 

Story Music kemur út mánadagin 16. september.

 

Mynd: Teitur á palli á Gøtusandi á G! í summar