Tað hevur verið av mesta vindi í Sandoynni í dag, og bæði bjargingarlið og sløkkilið hava verið kring um og hjálpt fólki, sum eru komin í neyð av vindi, tí ymiskt stóð til at fara.
Ta einu løtuna vóru út við 50 metrar um sekundið máldir á Brekkuni Stóru í Sandoynni, og í løtuni er vindurin millum 24 og 34 metrar um sekundið av útsynningi. Tað merkist á Sandi, at vindurin í løtuni er minni.
Ein av uppgávunum, sum bjargingarlið og sløkkilið á Sandi hava tikið sær av, er at tryggja restirnar av einari sethúsatekju. Sagt verður av Sandi, at henda tekjan endaði á sjónum.
Hugsingur var ikki um at gera nakað við takið - meira enn at tryggja, at tað ikki fór verri. Ein planki er negldur av ryggásini og niður, og trol er lagt oman yvir, har takið er burtur.
Aðrir smærri skaðar hava eisini verið í Sandoynni í dag, har tað hevur verið av mesta vindi, og eitt nú er onkur parabol dottin niður, og bjargingar-og sløkkiliðsfólk hava tikið um endan ymsastaðni.