85 fráboðanir vóru komnar á 112, tá ið klokkan var áleið 22.00 í kvøld.
Kring at kalla alt landið eru tekjur skræddar av, eins og húsaklædningar eru farnar í vindinum.
Løgreglan heitir tí á fólk, um at fyri Guds skyld halda seg innandura, tí kring alt landið er vandamikið í løtuni.
Veðrið er eisini so ringt, at bjargingar- og sløkkiliðsfólk eru darvað av veðrinum, og tí illa fáa tikið hond um allar skaðarnar kring landið.
Tað merkir, at tað, sum er farið í vindinum, framvegis kann liggja og fúka runt í bygd og býum.
Myndina eigur Ingi Sørensen, og er hon tikin á Velbastað 20. desember.