Teknað føroysk andlit alt sítt lív

Framsýning við 50 tekningum verður í Smiðjuni undan 80 ára degnum

Hósdagin 23. august verður eitt kent havnarandlit, Ovild Didriksen, 80 ár. Í hesum sambandi hevur Ovild, sum hevur teknað m.a. karrikaturtekningar av Palleba og Marsannuandlitum alt sítt lív, gjørt av at vísa almenninginum nakrar av teimum mongu tekningunum. Framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvik, frá fríggjadegnum 17. august kl. 16. og leygardagin og sunnudagin.

 

Hvør man ikki hava sæð henda fryntliga og dámliga havnarmannin við pappírsblokki og blýanti í hond! –Eg havi teknað síðani eg var smádrongur, alt millum himmal og jørð. Men kanska serstaliga karrikaturar av andlitum sigur Ovild, sum annars fegnast um Tórshavnar Kvøldskúla, sum hevur verið honum so hollur gjøgnum 15 ár, har hann hevur gingið til tekning og máling, silvurarbeiði og keramikk. –Tey plagdu at siga, tá eg var smádrongur: ”Gev Ovild pappír og blýant, so situr hann so pinnastillur, sjálvt meðan allir javnaldrarnir kríggjast” tekur Olvild til, tá vit vitjaðu hann í heiminum í Djóna við Geilsgøtu. Á framsýningini í Smiðjuni verða umleið hálvthundrað tekningar, sum fyri fyrstu ferð verða vístar fram. Sjálvur kallar teknimeistarin tær fyri frítíðartekningar.

 

Føðingardagin í næstu viku er "opið hús" í Losjuni við Tinghúsvegin, frá kl. 17.00, har familja, vinir og kenningar eru vælkomin.