Bestu uppskotini verða prentað sum bókamerkir, og teknararnir vinna eina bókavirðisløn á 500 kr. Myndaevnið skal vera úr onkrum H. C. Andersen-ævintýri.
Teknitilfar og pappír hava ligið frammi á barnabókasavninum frá seinasta mánadegi, og verða tey liggjandi frammi til leygardagin 2. apríl, sum jú er føðingardagur H. C. Andersens.
Sagt verður, at tað ber til hjá børnunum at sita inni á bókasavninum og tekna, ella tey kunnu taka pappír heim við at tekna á.