Thomas Hans er 53 ára gamal miðvingur, sonur Turid, f. Josephsen, úr Miðvági, og Jørgin Gaardlykke, ættaður úr Lamba.
Hann fór til skips fyrstu ferð sum 13 ára gamal og silgdi til hann var 16 ár, tá ið hann fór í realskúla, men var tó nakrar ferðir til skips meðan hann gekk í skúla. Liðugur við realskúlan fór hann í 1970 í læru sum radiomekanikari á radioverkstaðnum hjá Olivur Næss við Hoydalsvegin í Havn.
Tá hann var útlærdur í 1974, arbeiddi hann eitt ár í Vágum sum radiomekanikari. Í 1976 fór hann til Grønlands at arbeiða sum teknikari hjá GTO (Grønlands Tekniske Organisation).
Um veturin 1977-78 arbeiddi hann eitt skifti sum radiomekanikari hjá Hans J. Michelsen í Havn.
1. februar 1979 fekk hann starv hjá Telefonverk Føroya Løgtings sum teknikari á Flogvøllinum í Vágum. Í 1992 yvirtók Statens Luftfartsvæsen hetta øki og hevur verið hansara arbeiðsgevari síðan tá.
Thomas Hans er giftur við Hannu Svabo, úr Miðvági, tey eiga tveir synir: Kristoffur, 27 ár, og Kenneth, 22 ár.
Umframt at arbeiða á Flogvøllinum sum teknikari hevur Thomas Hans nógv frítíðarhugamál sum t.d. at ríða, vera í bjørgunum, gangan á fjall og annars alt sum hevur við náttúrun at gera. Hann hevur eisini lagt seg eftir at kenna staðarnøvnini í Vágum.