Tað ljóðar ikki heilt rætt. Beach Volley og Føroyar í sama setningi. Eitt sindur sum tiltikna bobsletan og Jameika í Calgary í 1988. Tað skal altíð onkur til at dríva verkið og fáa hugskotið. Tann maðurin er Alex Troleis.
- Eg hoyrdi, at tað var ein møguleiki fyri at senda eitt lið við til Beach Volley, so eg setti meg í samband við Magnus Tausen, formann í Flogbóltssambandunum og spurdi um vit kundu melda eitt lið til, sigur Alex Troleis.
Tað gekk eitt sindur av tíð. So var ein kapping í Havn, har vinnarin slapp til oyggjaleikirnar. Hjá monnum vunnu Alex Troleis og Jens Heri Bolstad Mortensen.
- Tað endaði við, at trý lið meldaðu til og eg og Jens Heri vunnu kappingina, fortelur Alex Troleis.
Hjá kvinnunum luttaka Lena í Buð og Guðrið Syderbø.
Venja við A-landsliðnum
Beach Volley krevur eina strond og helst gott verður. Tað skal tí bara ein feril av umhugsni til, áðrenn tú dugur at síggja, at tað blívur ein trupulleiki á nøkrum forblástum regn oyggjum mitt í norður atlantshavninum.
- Hetta er sjálvandi ein óvanlig ítróttargrein í Føroyum, men vit hava vant við A-landsliðnum í flogbólti, meðan kvinnuliðið hevur vant við A-landsliðnum hjá kvinnum, greiðir Alex Troleis frá.
So hvørt sum summarið er nærkast, so hevur eisini verið møguligt at venja uttanfyri. Síðst í mei mánaði byrjaði veðrið eisini at spæla við, so møguleiki hevur verið fyri at venja á sandinum. Har millum annað gøtusandur hevur verið ein brúktur.
- Teknist eru vit væl fyri, men vit fáa trupulleikar við sandinum og hitanum. Her fáa liðini hjá millum annað Bermuda ein fyrimun, heldur Alex Troleis fyri.
Mugu gera ein “Jameika”
Hugskotið aftanfyri bobsletuna og Jameika var skjótleikin hjá fleiri av ungu monnum úr Jameika. Hann hevur nógv at siga í tí ítróttargreinini og tí var mett, at hetta kundi geva summaroyggini uttan kalda veturin ein fyrimun.
Í Føroyum hava vit fleiri góðar flogbóltspælarar og helst kann tað geva okkara spælarum nakrar góðar eginleikar til at spæla stranda flogbólt eins væl og vanligan flogbólt.
- Eg trúgvi upp á, at vit teknist eru betri enn hini liðini, so vit mugu bara royna at vinna á teimum á tí økinum, er seinasta viðmerkingini hjá Alex Troleis.
Føroyar og beach volley – hví ikki?
Beach volley
Menn:
Alex Troleis
Jens Heri Bolstad Mortensen
Kvinnur
Lena í Buð
Guðrið Syderbø