Fyrsti rættuligi handverkara- ella arbeiðsskúli, vit vita um her á landi, er hann sum var settur á stovn av Tillich amtmanni. Ein lærari var Magnus Jacobsen úr Baianstovu, abbi Magnus á Kamarinum
Tað fyrsta, sum kann kallast tekniski skúli í Føroyum, var fingin í lag av amtmanninum Buchwald. Her lærdu næmingarnir at tekna og byggja hús. Ein kendur næmingur var Djóni í Geil, sum seinni teknaði kommunskúlan, sum nú er ráðhús í Havn. Hann framvegis ein tann prýðiligastu bygningur í Føroyum.
Í 1908 var aftur ein roynd gjørd at skipa tekniskan skúla í Havn, og var tað Magnus á Kamarinum, sum stóð á odda. Ein lærari var eisini Jógvan Waagstein Men heldur ikki hesi skúli gjørdist drúgvur. Árini 1920-1926 varð aftur roynt við tekniskum skúla. Lærarar tá vóru Steingrim Winther, byggimeistari og H.C.W. Tórgarð arkitektur. Hesir skúlar fingu ikki almennan studning, og tí vóru teir so stuttlívaðir.
Í 1932 byrjar danin Ernst Hansen tekniska kvøldundirvísing á Tvøroyri. Um sama mundi varð Havnar Handverksmeistarafelag stovnað. Felagið fekk tá skriv frá stjóranum fyri teknisku undirvísingini í Danmark, at hann hevði hug at koma til Føroyar at hjálpa til, um áhugi var fyri tekniskum skúla í Havn.
Hesum tók felagið undir við. Formaður í handverksmeistarafelagnum var Johannes Simonsen, múrarameistari. Aftaná væl fyriskipaðar fyrireikingar gjørdar av Vilhelm Nielsen, smiðjumeistara, Stengrim Winther byggimeistara og Chr Bach, sum var stjóri á elverkinum á Rundingi, varð tann 10.november 1934 samtykt at seta á stovn tekniskan skúla. Hesin dagur er tískil roknaður at vera stovningardagurin hjá skúlanum. Men longu ein viku frammanundan var lýsing í Dimmalætting, sum boðaði frá, at Tórshavnar Tekniski skúli byrjar um miðjan november. Áhugaðir næmingar skuldu venda sær til Johannes Simonsen seinast 10.november, stovningardagin hjá skúlanum.
Longu í februar árið eftir varð skúlin statsgóðkendur og harvið tryggjaður statsstuðul, sum var 40% av útreiðslunum.
Tey bæði fyrstu árini var Johannes Simonsen eisini leiðari á skúlanum. Eftir hann var Zacharias Sørensen, yvirlærari í Havn, ættaður av Kirkju, leiðari fram til 1945.
Skúlin hevði gott samband við danskar myndugleikar og fekk góðan stuðul frá teimum og eisini frá donskum feløgum innan handverk og ídnað. Millum annað bað handverksmeistarafelagið eisini um hjálp úr Danmark til at fáa skipaðar sveinaroyndir í Føroyum.
Í Danmark var nýggj lærlingalóg komin í 1937, men ein tilsvarandi lóg kom ikki í Føroyum fyrr enn í 1954. Tískil máttu sveinaroyndir skipast eftir donsku lógini, hóast umstøðurnar vóru sera ymiskar.
Í 1956 gjørdist tekniski skúlin sjálvsognarstovnur. Inntil tá hevði skúlin verið kvøldskúli. Men áhugin fyri at fáa handsverksútbúgving vaks so nógv seinast í 50-unum, og við hesum gjørdist eisini tørvur á dagskúla. Hann byrjar í 1956 sum eitt fimm-mánaðarskeið fyri næmingar av bygd. Hetta riggaði væl, og tað vísti seg, at næmingarnir fingu meira burturúr á dagskúla enn á kvøldskúla.
Næsta stigið var at samskipa alla tekniska undirvísing í dagskúla í Havn og seinni eisini í Klaksvík.
Hølisviðurskifti
Skúlin fekk fyrst innivist í húsunum hjá Jens Paula í Dali undir Pisuvarða, og frá 1935 í táverandi sjómansskúlanum við J.C. Svabosgøtu, sum Tórshavnar Kommuna átti, og sum Skipasmiðjan eigur nú.
Her var skúlin í 10 ár, men tað var sera trongligt. Í 1945 bjóðar kommunan skúlanum at húsast í VBV húsunum við Skansavegin. VBV stendur fyri Vandbygningsvæsenet. Studentaskúlin skuldi vera har um dagin og tekniski skúlin um kvøldið. Hetta var ikki besta loysn, men skúlin hevði einki val.
Men so hendi tað í 1956, at Føroya Banki fór at byggja nýggj bankahús. Meistarafelagið fekk arbeitt so væl, at teir kundu keypa gomlu húsini hjá bankanum, og hetta gjørdist tekniski skúlin í mong ár.
Týdningarmikil lærustovnur
Tað er ikki meira sum kann sigast sum søguna á hesum sinni. Tekniski skúli er í dag ein týðandi táttur í skúlaverkinum. Her eru deildir fyri tey ymisku økini, sum handverkið fevnir um, sum bildeild, eldeild, hárfríðkanardeild, maskindeild, timburdeild og smiðjudeild.
Hendan dagin vit vóru á vitjan hildu teir, at 300 næmingar vóru á skúlanum. Men samlaða næmingatalið fyri árið er munandi hægri. Lærlingar eru bert ein part av lærutíðini á skúlanum, og tá teir verandi næmingar fara út koma aðrir inn.
Hetta sigur nakað um hvussu týðandi tað er, at skúlin hevur góðar umstøður.
Vit ynskja skúlanum tillukku við hesum merkisdegi við ynski um góða eydnu framyvir.
Skúlastjórar hava verið:
Johannes Simonsen
Zacharias Sørense
Steingrim Winther
Johan Ziska
Poul Kjartan Bærentsen
Svenning Nielsen
1997- Egon Øregaard
..............................
Tekniski Skúli á námsferð í Íslandi
Um mánaðarskiftið september/oktober skipaði Smyril Line fyri ein nógv umrøddan túr til Íslands í fótasporum fiskimanna.
Men hendan túrin hjá Norrønu vóru eisini aðrir bólkar við øðrum ørindum í Íslandi. Millum hesar vóru tríggir flokkar á tekniska skúla við 17 næmingum og trimum lærarum.
Ørindini vóru ein námsferð, har teir vitjaðu Alcoa Fjarðaál, tað stóra aluminiumsverkið á Eysturlandinum og Landsvirkjun, tað stóra geotermiska kraftverkið í Kraft við Mývatn.
Vanligt er, tá slíkar námsferðir verða gjørdar, at biðið verður um studning her og har. Men hetta tímdi hesin hópur ikki at fáast við. Ferðin við Norrønu kostaði bert kr. 300 fyri hvønn. Bilar høvdu teir sjálvir við, so alt hetta kostaði ikki meira enn teir sjálvir kundu gjalda hetta.
Hetta var ein ferð, sum vardi frá mánadag til hósdag. Ligið var inni á Seyðisfjørðinum frá týsmorgun til mikukvøld, og gav hetta tveir dagar til útferðir.
Men tíðin varð nýtt til fulnar frá tí lagt varð frá landi í Føroyum. Teir fóru við 1.meistaranum Per Mortensen rundferð í maskinrúminum og á brúnni. Her fekst frágreiðing um ta umfatandi tøknina, sum eitt skip sum Norrøna hevur. Her fingu teir sæð, hvussu avfall verður handfarið, um sprinklaraskipanina og smiðjuna umborð. Mest spennandi var tó at síggja maskinrúmið við sínum 30.000 hestakreftum. Tað er ikki smávegis sum brúkt verður av olju, nevniliga 57 tons um samdøgrið, tá siglt verður mest “burðardygt”. Men er brúk fyri at koyra á motorin kemur nýtslan uppá 80 t.
Streymnýtsla hjá einum virki: 15 ferðir sum hjá Føroyum
Komið varð inn kl. 9 týsmorgin og kl. 10 varð farið fyrstu útferðina, hetta var til Alcoa Fjarðaál, sum liggur í Reyðafirði, umleið ein tíma við bili suður frá Seyðisfirði. Her var móttøkan sera góð. Væl varð greitt frá, og farið varð runt um virkið.
Her sóu teir millum annað ein similator, har teir venja kranførarar at stýra kranarnar á virkinum. Teir sóu eisini pottararnar, har tað reina alumininum verður framleitt, og har hitin er nærum1.000 stig. Teir hava 336 slíkar pottar.
Hetta kann sigast at vera eitt einastandandi virki. Her arbeiða ikki færri enn 480 fólk á sjálvum virkinum umframt um 200 hava arbeiði, sum er avleitt av virkinum.
Hetta skal síggjast í sambandi við, at á Eysturlandinum í Íslandi búgva bert eini 12.000 fólk ella minni enn bert í Tórshavnar Kommunu. Tá er tað talan um eitt arbeiðspláss, sum veruliga ger mun. Eisini fyri kvinnur, tí 26% av arbeiðsfólkinum er kvinnur. Hetta hjálpir til, at tey ikki føla kreppuna í Íslandi so meint sum á Reykjavíkar leiðini.
Men hóast fólkatalið er lítið á Eysturlandinum, er økið stórt. Tí verður eisini skipað fyri ókeypis bussflutningi fyri arbeiðsfólkið til og frá arbeiði. Henda veiting røkkur tó ikki til Seyðisfjarðar, sum er 60 km burtur.
Ísland hevur í mong ár havt aluminiumsframleiðslu á Hafnarfjørðinum beint við Reykjavík. Tað er vaksandi tørvur á hesum tilfari um allan heimin, og tí varð hetta virksemi byrjað á Eysturlandinum, har tað eisini er nógv orka. Byrjað varð at byggja í juni 2004 og framleiðslan byrjaði í juli 2007.
Her eru tveir bygningar, og teir eru ikki færri enn 1.100 metur til longdar. Framleiðslan er 346.000 t. av aluminium árliga , sum verða evnað í barrir, sum eru 648 kg hvør. Framleiðslan verður send til Rotterdam so hvørt, sum framleitt verður, og har verður tilfarið framleitt víðari.
Á virkinum gera teir eisini háspenningskáplar, ið verða vundnir á trumlir. Hvør trumlan vigar 1 tons.
Dentur verður lagdur á grøna orku og at fara væl við náttúruna. Men orkukrevjandi er henda framleiðslan.
Elnýtslan er umleið 5.000 GWH árliga. Hetta tal sigur einsamalt ikki so nógv. Men hetta er altso 15 ferðir so nógv sum allar Føroyar brúka.
Elorkan er í høvuðsheitum frá Kárahnúkum, ið varð bygt til at veita el til Fjarðarál. Turbinurnar eru við Lagarfljót við Egilstaðir, meðan byrgingarnar eru í Kárahnúkum í um 600 metra hædd, soleiðis at meira vatn er á sumri.
So er tað hetta kenda fyribrigdi CO2 útlát. Tað er 486.000 t. árliga, sum svarar til 147.000 t. av olju. Hetta er umleið 10% av samlaða útlatinum hjá Íslandi.
Krafla: Elorka við heitum vatni úr jørðini
Mikudagin fór bólkurin at vitja geotermiska kraftverkið Krafla, sum er við Mývatn inni í landinum. Sum tað er kunnugt, er Ísland væl fyri við orkuframleiðslu. Har eru tilsamans 12 kraftverk. Níggju av teimum eru vatnverk, 2 eru geotermisk, og eitt eru oljuverk. Hetta er í Vestmannaoyggjum, har tað ikki eru aðrir møguleikar.
Eitt geotermisk virki troytir heilt einfalt hitan, sum er niðri í jørðini. Hesum er tað sum kunnugt nógv av í Íslandi. Men kunsturin er so at fáa hetta gjørt til orku.
Tað er so eydnast her. Jarðarhitin er 370 stig. Borað verður eftir heitum vatni, og nøgdin teir hava er ikki minni enn 11.000 tons um tíman.
Byrjað varð at byggja Kraflaverkið í 1974 og tað varð tikið í nýtlsu í 1978. Her starvast 17 fólk.
Effektin er 60 MW ella hálva aðru ferð teirri hjá SEV í meginøkinum.
Tað eru einir 200 km frá Seyðirfjørðin til Krafla. Hendan dagin vóru líkindi ikki tey bestu, men teir komu tí fram í øllum góðum eftir at hava koyrt góðar tveir tímar.
Her var bólkurin eisini vístur runt á virkinum. Byrjað varð við filmi, sum vísti umstøðurnar, tá virkið varð bygt. Bert 2 km frá har teir arbeiddu var eitt gosfjall sum goysti, og sum fekk alla undirgrundina at rilla. Hetta seinkaði eisini verkætlanina í fleiri ár.
Her er eisini øll møgulig tøkni sum vanlig fólk einki skilja av.
Tað var ikki bara sum at siga tað at bora eftir vatni. Einaferð, teir hildu seg bora eftir vatni, rendu teir seg í flótandi grót, og øll útgerðin fór fyri skjeyti. Hetta sigst at vera einasta menniskjaskapta vulkan.
Teir vóru annars blíðir og fyrikomandi, og sum føroyingar kendu teir seg sera væl móttiknar.
Tað er Landsvirkjun sum eigur elframleiðsluna í Íslandi, og framleiðslan á Krafla verður so løgd inn á samlaða elnetið í Íslandi. Ein hampuliga stórur partur av framleiðsluni endar so hjá Alcoa Fjarðarál. Teirra framleiðsla kann bert bera til, um teir fáa bíligan streym. Sum tað skiltist var streymprísurin í mun til prísin á alumninum.
Væl eydnað ferð
Okkurt var eisini til gaman á túrinum, og hetta var eisini slíkt sum bert fæst í Íslandi. Hetta var í einum útisvimjihyli nakað líknandi sum Bláa Lón á Reykjavíkar leiðini. Her kundu teir liggja og dusa sær í heita vatninum, sum tað onga orku hevur kostað at hita upp.
Vit hava aftaná havt eitt prát við ein av flokkunum, sum var hendan túrin síðstu vikuna, teir vóru á teknniska skúla í hesum umfarinum Hetta er L3-M har Hanus Vang er ein av lærarunum, sum eisini var í Íslandi.
Í hesum flokki voru 7 næmingar. Teir læra annars til maskinsmið á ymiskum verkstøðum kring landið. Ein partur av læruni er so at ganga á tekniska skúlan.
Næmingarnir lata sera væl at ferðini. Her hava teir kunnað vitjað virkir, sum eru so sera nógv øðrvísi enn vit kenna tað her. Men tað er altíð læruríkt at síggja annað enn tað vanliga. Teir eru samdir um, at hetta var eitt stórt upplivilsi, og við rutuni við Norrønu til Seyðisfjarðar liggur eisini væl fyri at gera slíkar túrar.
Okkurt kundi kanska verið gjørt øðrvísi eina aðra ferð. Fyrra dagin kundi verið farið til Krafla og síðan til Akureyrar. Seinna dagin kundi so verið vitjað á Fjarðaál og Kárahnjúkar.
Vit ynskja næmingunum framhaldandi góða eydnu við teirra læru.