Heri Mohr
Okkara fjølmiðlar (pressan) hava greitt frá, hvussu álvarslig fíggjarstøðan er hjá Tekniska skúla í Havn og at skúlanum vantar pening til umsiting av ognunum og til íløgur eftir krøvum frá Arbeiðseftirlitinum. At steingja skúlan er eisini komið uppá tal.
Hjá føroyingum yvirhøvur og hjá havnarfólki serstakliga, sum í hesum tíðum stara spyrjandi inn í myrkrið, har onki afturljóð fæst, er tað hóast hetta sjálvsagt at spyrja, hvussu fíggingin av nevnda skúla er tryggjað, og hví Føroya Løgting ikki játtar skúlanum tað, ið honum tørvar til rakstur og íløgur.
Til hetta er fyrst at siga, at skúlin er sjálvognarstovnur, sum verður fíggjaður við 80% úr ríkiskassanum og 20% frá heimakommununum, haðani næmingarnir koma.
Áðrenn 1. januar 1988 fekk skúlin tey 80%ini beinleiðis úr ríkiskassanum, men frá 1988 at rokna fóru hesi 80% við basis í útreiðslurnum í 1987 í blokkin. Av landskassans roknskapi 1988 framgongur, at »blokkupphæddin« til Tekniska skúla í Havn var 14.822 mió. og til skúlaheimið í Havn 3.002 mió. Hesar upphæddir vóru sostatt integrerandi partur av blokkinum, sum hetta árið varð settur til 480 mió. í løgtingsins fíggjarlóg.
Í 1999 var blokkurin frá 1988 hækkaður við 31% og á hesum støði ber til at rokna út, hvussu nógv nevndi skúli og nevnda heim áttu tillutað í blokkinum, og hvussu nógv løgtingið játtaði til sama endamál:
Blokkurin 1999:
Játtan 1988 14.822 mió.
Játtan 1988 3.002 mió.
17.824 mió.
+ 31% 5.525 mió.
23.349 mió.
Løgtingsjáttan 1999 14.630 mió.
Munur 8.719 mió.
Hvussu stórur munurin er í tíðini 1988/99, kann hvørt skúlabarn rokna út.
Um nakað er skeivt ella villleiðandi av tí, sum her skrivað, verður tað vónandi rættað frá kompetentari síðu. Sannførandi hevði tað verið, um ein møgulig rættleiðing hevði komið frá okkara landsstýrismanni í skúla- og mentunarmálum.