Tekniski Skúlin í Tórshavn:

Tveir bilsmiðir fingið prógv handa

Fríggjadagin 24. apríl 2004 fingu tveir bilsmiðir handað prógv á Tekniska Skúla í Havn. Teir vóru: Tórolvur Samuelsen, Tórshavn, sum hevur staðið í læru hjá P/f Reyni Service í Hoyvík, og René Tórgarð, sum hevur staðið í læru hjá Ivan Johansen Bilum Havn.

Sum viðurkenning fekk Tórolvur Samuelsen mátitól frá P/F Wenzel og René Tórgarð fekk mátitól frá Reyni Service.