Tá ið bilar, sum komu norðaneftir, og vestaneftir, til Havnar til arbeiðis í morgun, komu til Kollafjarðar, kom proppur í ferðsluna.
Orsøkin var, at eitt ávaringarljós við Kollafjarðartunnilin lýsti reytt, og tað merkir, at bilarnir skulu ikki koyra ígjøgnum.
Sostatt hópaðu bilarnir seg upp, og bilarøðin stóð langt niðan í dalin og norðureftir.
Men tað merkiliga var, at bilar, sum komu norður eftir, koyrdu sum vant.
Ein sløkkiliðsmaður, sum eisini var á ferð, óraði ilt, og koyrdi spakuliga ígjøgnum tunnilin, og har var einki á vási.
Tað vísti seg nevniliga at vera talan um eitt tekniskt brek, sum gjørdi at ljósið lýsti.
Tað eigur at kunna fjarstýrast, men tað kundi tað heldur ikki í morgun, so Landsverk kom á staðið og sløkti ljósið, og so koyrdu bilarnir aftur.