Tekur hon alt lív á jørðini við sær?

- Um eitt gammaglimt frá hesi stjørnu rakar okkum, kolar tað upp alt lív á jørðini, heilt niður til bakteriurnar, siga stjørnuserfrøðingar Um stutta tíð ? í astronominskum samanhangi ? fer stjørnan, sum vit síggja á hesi myndini, at spreingjast í luftina, um vit so kunnu siga. Jørðin kann verða rakt, og alt lív kann kolast upp.

Stjørnuserfrøðingar siga, at gammastrálur frá ?doyggjandi? stjørnum kunnu oyðileggja alt, sum tær raka.

Stjørnuskipanin, sum talan í hesum førinum er um, kallast WR104, og tað er tíðarritið Astrophysical Journal, sum ber tíðindini.

- Um doyggjandi stjørnan ?glimtar?, kunnu vit bara pakka saman, sigur stjørnuserfrøðingurin, Knut Jørgen R. Ødegaard, sum starvast við universitetið í Oslo.

Hann arbeiðir við slíkum stjørnum og teirra vandamikla gammaljósi, sum eftir fáum sekundum kann geva frá sær eina ómetaliga orku.

Um ein slík stjørna, sum er 1000 ljósár burtur, fer í luftina, svarar tað til, at ein Hiroshima-bumba brestur bert nakrar kilometrar burtur ? líka mikið, hvar á jørðini, tú ert.

WR104 liggur ?einans? 8000 ljósár burtur, og tað er bert eitt steinblak í astronomiskum mátistokki ? og langt innanfyri tryggu frástøðuna, sum er 2 miljónir ljósár, sigur Ødegaard.

- Um fyribrigdið rakar okkum, hevði tað kolað upp alt lív á jørðini, heilt niður til bakteriurnar, sigur hann.

Skipanin WR104 varð sædd fyri átta árum síðan av avstralska stjørnuserfrøðinginum, Peter Tuthill, sum starvast við universitetið í Sydney.

Granskarar hava hugsað um, hvørt hópútruddingar, sum jørðin fimm ferðir áður hevur verið úti fyri, kunnu stava frá slíkum gammaljósi og fyribrigdi sum hesum.