Tekur ikki undir við borgarstjóranum á Sandi

Gerhard Lognberg sigur, at hann veit, hvat borgarin sigur og tað heldur hann seg til

Vit vita hvat borgarin í Sandoynni heldur um kommunusamanlegging – og tað halda vit okkum til. Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun. Hendan dagin visti FM1 at siga frá borgarstjóranum á Sandi, at hann fer at virka fyri, at øll Sandoyggin verður løgd saman í eina kommunu.

 

Men gerhard Lognberg sigur, at tað hevur borgarstjórin á Sandi ikki undirtøku fyri. Hann vísir á, at fyri 10 árum síðani, í 2012, var fólkaatkvøða um kommunusamanlegging og tá var stórur meiriluti í Sandoynni ímóti. Tað var bara á Sandi, at meiriluti var fyri samanlegging, men allar aðrar bygdirnar atkvøddu ímóti. Í Skopun vóru væl yvir 80 prosent av veljarunum ímóti kommunusamanlegging, sigur Gerhard Lognberg.

 

– Vit vita, havt borgarin heldur um kommunusamanlegging, og tað halda vit okkum til, sigur hann. Hann sigur, at sostatt tekur hann ikki undir við ætlanini hjá starvsfelaganum á Sandi. Gerhard Lognberg ásannar, at verður øll oyggin løgd í eina kommunu, verður raksturin uttan iva bíligari. Men tað verður hann bara tí, at so verður alt virksemið í oynni lagt í einum stað – og tað verður helst á Sandi, sum liggur væl fyri.

 

Hann heldur, at missa tey í Skopun missa barnagarðin, skúlan, og aðrar tænastur, av bygdini, verður fátæksligt í bygdini. Hann veit eisin av royndum, at tá ið sandoyingar velja umboð í SEV og IRF, verða skopuningar lopnir um.

 

Annars vísir hann á, at sandoyingar samstarva um eldrarøktina, barnaverndartænastuna, lækna og Meginskúlan og tað er alt samstarv, sum gongur fyrimyndarliga, og har hvør kommuna rindar eftir fólkatalinum.

 

Eitt argument hjá. borgarstjóranum á Sandi fyri kommunusamanlegging er samstarvið á eldraøkinum, har hann sigur, har hava kommunurnar vetorætt, so at ein lítil kommuna kann forða fyri útbyggingum. Gerhard Lognberg sigur, at hetta er ikki rætt. Sjálvur hevur hann verið formaður í eldrasamstarvinum tað mesta av tíðini og hann sigur, at tað er bara tá ið ætlanin er at niðurleggja eina tænastu, at kommunur hava vetorætt. Í sambandi við útbyggingar er tað meirilutin sum ræður.

 

– Men eg veit einki um, at vit hava atkvøtt hvønn annan niður, tí vit hava altíð tosað okkum til semjur, sigur Gerhard Lognberg.