Agnsøla
Stóri útbjóðarin av agni til føroysku línuskipini og útróðrarbátarnar, P/F Kambur á Strondum, fær nú eftir øllum at døma ein rættiligan kappingarneyta.
Jóhannes Olsen á Toftum, sum eigur trý línuskip og Rólant Poulsen á Eiði, sum eisini hevur átt línuskip, hava stovnað felagið, PO-Trade, sum stendur fyri Poulsen og Olsen.
Undirnavnið hjá felagnum er Føroya Agnsøla, og Jóhannes Olsen sigur, at felagið fer at taka upp kappingina sum útbjóðari av agni til føroyska línuskipaflotan og útróðrarflotan.
Alt bendir á, at P/F Kambur, sum hevur verið rættiliga einaráðandi á marknaðinum við góðum agni og góðari tænastu, nú noyðist at leggja seg í seðlan, um felagið ikki skal missa burtur av sínum marknaðarparti.
Jóhannes Olsen sigur, at Føroya Agnsøla longu er komin í gongd og hevur selt agn til línuskip og útróðrarbátar.
- Vit hava fingið rættiliga góðar afturmeldingar frá keyparum, og vit eru sera spentir upp á hesa nýggju uppgávu, sigur hann.
Línuskipaeigarin sigur, at fyribils bjóðar Føroya Agnsøla út høgguslokk og sauri, sum er ein makrel-líknandi fiskur.
- Vit fara eisini at bjóða út makrel, men hetta verður føroyskur makrelur, og vit ætla at leggja okkum eftir teirri støddini av makreli, sum er væl egnaður til egningarmaskinurnar hjá línubátunum.
Jóhannes Poulsen sigur, at prísurin á høgguslokki hjá Føroya Agnsølu er 10 kr./kg., og hann heldur, at tað er einar 2-3 krónur minni, enn hin útbjóðarin selir høgguslokkin fyri í løtuni.
- Ígjøgnum eitt heilt ár kann ein prísmunur upp á einar 2-3 kr./kg. hava velduga stóran týdning fyri raksturin hjá teimum, sum royna við línu.
Jóhannes Olsen sigur, at høgguslokkurin, sum felagið selir, er amerikanskur, og hann er soleiðis frystur, at keyparin fær lutfalsliga nógv agn í hvørjum blokki.