- Óansæð hvussu nýggir renniskógvarnir eru, er tað ikki gott at renna hvønn dag – men motión er gott! Á sama hátt er við teldlum og aðrari kt-tøkni: Alt skal nýtast við skili!
Tað sigur Jákup av Skarði, formaður í nevndini hjá KT-varðafelagnum, nú kjak hevur tikið seg hvørt næmingarnir í fólkaskúlunum hava gagn av teldlum í skúlastovunum. Hann heldur tað vera rætt, at seta spurnartekin við hvussu stór nýtslan er, men heldur ikki, at tað eigur at steðga nýtslu av KT tólum yvirhøvur.
- Vit kunnu ikki loyva okkum at útiloka ávís amboð, ið næmingarnir heilt víst fara at nýta seinni, bert tí at ovurnýtsla er skaðilig. Vit skulu nettupp læra næmingarnar at nýta røtt amboð, har tey eru nátúrlig – og tað er ikki nátúrligt at gera alt arbeiði á teldli, sigur hann.
Les eisini: Teldlar og kt-tøkni í skúlanum
Formaðurin í nevndini hjá KT-varðafelagnum minnir tó á, at økt nýtsla av KT amboðum í undirvísingini setir fram krøv um førleikamenning hjá bæði næmingum og lærarum, soleiðis, at amboðini verða nýtt á skynsamasta hátt.
- Tað er neyðugt, at Mentamálaráðið – saman við Føroya Lærarafelag og KT-varðafelagnum – seta út í kortið útbúgving og eftirútbúgving, at kt-vørðir eru dagførdir. Bert á hendan hátt kunnu kt-vørðir ganga undan, vísa á og slóða fyri hóskandi kt-nýtslu, sigur Jákup av Skarði.