Teldukafein Orbits er eina vitjan verd

Yngd hevur verið á vitjan á teldukafeini Orbits og roynt teldurnar á staðnum. Roynt var at koyra kapp á teldu, har teir fýra royndarkoyrarnir hjá Yngd kappaðust. Stór semja var millum koyrararnar eftir royndina, at hetta var ikki seinastu ferð, at teir gjørdu hetta

Tað vóru fýra ikki sørt spentir bilførarar, ið møttu á teldukafeini Orbits í Havn, tá ið Yngd var og royndi kafeini og útgerðina á staðnum. Teir fýra, sum vit fara at rópa Børge, DJ, Sjant og Purran, vóru áðrenn kappkoyringina samdir um, at tað ráddi fyrst og fremst um, at man ikki endaði aftast. Ongin av royndarkoyrarunum hevði roynt telduspælið áður, og tískil var neyðugt, at serkøn fólk á staðnum veitti hjálp, áðrenn farið var í gongd. Teir fýra koyrararnir sótu við eitt runt borð, so at teir eisini sóu hvønnannan, meðan teir kappaðust.


Róður, speedari og bremsa

Tað er ikki smávegis av útgerð, sum hoyrir til, tá ið man setir seg at spæla eitt slíkt telduspæl, sum tað, ið Yngd royndi. Allir fýra royndarkoyrararnir fingu oyramikrofonir, har ljóðini frá bilinum og telduni hoyrdist. Eitt róður var spent fast í telduborðið, og undir borðinum var ein pláta við bæði speedara og bremsu. At spælt var við í oyramikrofonum, kann føra við sær, at brúkarin ótilvitað kemur at órógva hini, ið sita inni í hølunum, tá ið man kemur við einum rópi, tá man er um at renna á okkurt. Tað kom eisini meiri enn so fyri, at onkur av teimum fýra royndarkoyrarunum kom við onkrum rópi, sum var nakað hart, men tað tóktist ikki, sum um hini í hølunum tóku sær av hesum.

Áðrenn farið var í gongd, var neyðugt at koyrararnir valdu sær ein bil, umframt at teir eisini skuldu koma ásamt um eina koyribreyt. Síðani fyrireikaðu teldurnar seg til kappkoyringina, og so var koyrt.

Tað var einki yvir at dylja, at tað var sera trupult hjá koyrarunum at finna stevið fyrstu løtuna. Serliga hevði Børge stórar trupulleikar við at halda bilinum á vegnum, og tað var ferð eftir ferð, at hann endaði á takinum ella rendi inn í ein vegg. Hinvegin var tað rættuliga skjótt, at Sjant og Purran komu á lagið, og tað vóru eisini hesir báðir, sum royndust stinnastir gjøgnum alla royndina.

Einki var at ivast í, at teir fýra koyrararnir tóku koyriroyndina í stórum álvara. Skjótt sást sveittin renna av teimum, og rópini rungaðu um alt hølið, tá ið teir rendu á ein vegg ella ein annan bil. Um onkur av koyrarunum rendi á ein av hinum, so fekk hesin eina spann av eiðum oman yvir seg.

Fimm ferðir royndu teir fýra kappkoyrararnir at koyra hvør móti øðrum, og av teimum fimm koyringunum vann Sjant tær tríggjar og Purran tvær. DJ gjørdist nummar fýra ferðir nummar trý og eina ferð nummar tvey, meðan Børge endaði aftast í øllum kappkoyringunum, og ikki kann sigast annað, enn at hann hevði stórar trupulleikar við halda bilinum á vegnum.


Væl nøgdir royndarkoyrarar

Eftir kappkoyringina prátaði Yngd við royndarkoyrararnar og spurdi teir, hvat teimum dámdi kafeina og hugskotið við henni.

Allir fýra vóru samdir um, at løtan á Orbits hevði verið serstakliga stuttlig og forvitnislig. Teir høvdu ikki roynt slíkt áður, men tær vóru á einum máli um, at hetta var ikki seinastu ferð, at teir vitjaðu á nýggju teldukafeini í Havn.

DJ helt, at man bleiv øgiliga skjótt bitin av spælinum og gloymdi alt um tíð og stað. Hesum vóru hinir eisini samdir í, men Sjant segði tó, at eftir at hava spælt tað sama spælið í ein góðan tíma, var hann um at gerast troyttur av tí. Hann hevði betur hug til eina aðru ferð at royna okkurt spæl, har man kann kríggjast hvør móti øðrum.

Børge, sum tað ikki hevði gingið so væl hjá, dámdi eisini væl spælið, og hann var avgjørt áhugaður fyri at royna hetta einaferð aftrat. Hann hevði havt ávísar trupulleikar við at stýra bilinum hjá sær, men hann helt tó, at høvdu teir koyrt eina løtu aftrat, so hevði hann óivað staðið seg nógv betur.


Gott umhvørvi og góðar teldur

Stór semja var millum kappkoyrararnar um, at teldur á kafeini vóru sera góðar. Tær arbeiddu skjótt og gott, og DJ nevndi, at eftir hansara tykki var grafikkurin fyrsta flokks. Eisini hildu teir tað vera nógv stuttligari, at man hevði eitt róður á telduborðinum, umframt eina plátu við speedara og bremsu á gólvinum, so at koyringin gjørdist so verulig sum gjørligt. Purran helt tað verða stóran mun á at koyra kapp á teldu, tá ið man nýtti róður ístaðin fyri eitt nú joystick ella mús. At onkur so gjørdist so ágrýtin, at hann næstan skræddi róðrið leyst úr borðinum, man vera tekin um, at viðkomandi gerst so mikið bitin av spælinum, at man gevur lív og sál fyri at vinna á sínum kappingarneytum.

Teir fýra royndarkoyrararnir vóru eisini á einum máli um, at umhvørvi á teldukafeini var gott, og at tað var av stórum týdningi, at hølini vóru rein og nosslig. Hugnaligt var inni, og hóast ein kanska kundi ímynda sær tað, so var tað ikki kalt og sterilt inni í hølunum.

Eisini er møguleiki fyri at keypa sær okkurt leskandi at hava afturvið, meðan man situr framman fyri skíggjanum, og hjá teimum fýra kappkoyarunum, sum allir vóru sveittabrotnir, kom tað væl við, at teir kundu keypa sær eina sodavatn at sløkkja sær tostan við.


Væl vitjað

Meðan Yngd var á vitjan hjá Orbits, var eisini fitt av øðrum fólk á gólvinum. Einir tíggju aðrir brúkarar vóru samstundis sum Yngd var, og størsti parturin av hesum vóru dreingir um fermingaraldur ella beint niðan fyri. Hesir spældu so at siga allir okkurt spæl, har tað ráddi um at skjóta hvønn annan, og tað sást við hálvum eyga, at hetta høvdu teir allir roynt áður, og at teir so avgjørt ikki vóru óvandir við at brúka teldu. Onkur sat tó eisini og chattaði, men hesi vóru í greiðum undirluta.

Eigararnir av Orbits siga eisini, at undirtøkan hevur verið góð, hóast hon kanska ikki hevur verið so góð, sum teir høvdu vónað. Teir siga eisini, at fólk fara væl um, og at tey hava stóra virðing fyri innbúgvinum og tólunum.

Yngd kann undir øllum umstøðum staðfesta eftir royndina, at teldukafein Orbits so avgjørt er eina vitjan verd, um man hevur hug til at fara og rógva á alnótini, ella um man hevur hug til at spæla okkurt telduspæl saman við onkrum vinfólkum. Børge, DJ, Sjant og Purran ætla sær so avgjørt oman aftur á Tinghúsvegin at kappast á teldu, og tá fara óivað fleiri at koma við teimum, tí teir fara so avgjørt at viðmæla sínum kenningum at fara á vitjan hjá Orbits.