Teldunýtt

Be í vási aftur

Be operativskipanin, sum er betri enn egna skipanin hjá Apple, er í vási aftur sum ein kappingarneyti hjá Apple System 8

Tað eru teir klonframleiðarar, sum Apple hevur útilokað frá víðari menning av Mac-teldum, ið royna at nýta Be sum eitt alternativ.

Tað er ein ávísur møguleiki fyri, at Be kann koyra framtíðar forrit til Macintosh, og operativskipanin líkist Mac nóg mikið til, at Mac-brúkarar kunnu freistast.


Myst í november

Myst, sum fyri fleiri av viðhaldsfólkum tess er hitt besta, sum nakrantíð er gjørt, fær nú ein eftirfylgjara.

Myst II eitur Riven, og spælið kemur til Danmarkar í november. Fólkið aftanfyri roknar við, at spælið fer at seta heilt nýggjan standard fyri grafikki á telduspølum, og spælið sjálvt er vorðið nógv meiri torført enn Myst.


56 KBPS modem seinkað

56 kilobaud/sek. er ein dreymur hjá nógvum modembrúkarum. Tað er nýggja støðið fyri snarligari kommunikatión um vanlig telefonnet.

Tíverri eru komin fram tvey ymist støðið, og ikki er líkt til, at ein semja finst. So fyribils, væntandi næsta hávla árið, kunnu tey bæði støðini ikki samskifta hvørt við annað.


CD-RW frá HP

CD-RW er CD?ir, ið kunnu skrivast á fleiri ferðir. Tey hava tann bága, at ein skrivar í raðfylgju. Um ein reinsar nakað fyrst á skivuni, kann tóma plássið ikki nýtast, fyrr enn øll skivan er reinsað.

HP er tó komið fram við eini nýggjari disklastøð, har til ber at skriva allastaðni á skivuni.

Støðin eitur CD-Writer Plus og kostar umleið 5.000 krónur, men HP vónar sjálvt at kunna trýsta prísin so langt niður, at støðin kann nýtast sum ein vanlig floppy-støð.

Tað kundi givið tí góðar møguleikar at blivið ein nýtt støðið ? í mun til nýggju floppy-støðirnar sum Jaz og Zip, tí skivir kunnu lesast í vanligum CD-støðum.