Telduposturin

Familie Journalen, kjarnhúskið og jólini

Nú er so langt útliðið, at bert seks vikur eru eftir av árinum. Men enn koma bløðini, tey donsku vikubløðini, sum á hvørjum ári telja 52 útgávur. Viku eftir viku verða tey trúliga prentað, keypt og lisin. Ikki er tað oftani, at eg kagi í tey, tíansheldur keypi tey. Men eina ferð um árið unni eg mær tað ótrúliga marglæti, at keypa eitt glæsiligt, danskt vikublað. Tað plagar at verða í seinnu helvt av oktober, tá fjøllini eru gingin og reiðiliga tað. Tí tá er jólablaðið hjá Familie Journalen í búðunum. Størsta danska vikublaðið.

Longu hin 25. oktober kom blaðið í ár og boðaði á henda stillføra hátt á 123. sinni um tað, ið koma skal. Advent og alt stákið upp undir jólini. Frelsari føddur og í menniskjum góður tokki.

Meðan eg varnist fyrsta glampandi jólapyntið í Keypmannahavnsku strætunum og krambakalurin handar mær blaðið, er mær dátt við at sanna, at síðsti borgaraligi skansi Ríkisins neyvan fer heiðurskrýndur inn í nýggja túsundáraríkið.

Jólablaðið hjá Familie Journalen er í ár munin lakari enn tey undanfarnu. Er tjúgu síður styttri enn næsti kappingarneyti Ude & Hjemme. Er minni í vavi, við tynri permu enn nakrantíð, og hevur hartil ongan stívan rygg. Gamaní er ?Julens Gemmebog? eitt fagurt ískoyti, men hetta er ikki góða, gamla Familie Journalen, tá jól eru í hond. Sjálvt lýsingin frá Anton Berg er horvin. Eingin konfekt á jólum í ár. Júmen mugu tey á Familie Journalen ásanna, at Nummar tvey er fyrsti taparin, sum ein av bókunum í ársins jólabúðum ræðandi rópast.

Tað var tann tíð, tá húskið savnaðist um donsku vikubløðini. Familie Journalen, Hjemmet og Ude & Hjemme. Og so eisini Dansk Familieblad við teim frálíku popptekstunum hvørja viku. Hollies, Herman?s Hermits og teir. Bløð, sum myndaðu ættarlið, ætt eftir ætt. Og tekningarnar hjá Kurt Ard á hvørjari framsíðu á Familie Journalen. Og so hitt norska Familien, sum megnaði at fevna um kristna lesaraskaran, sum annars ikki tókst við at lesa litað bløð. Tey bløð, ið alt síðani hugsanin um tjóðríkið bleiv til í farnu øld, skaptu kjarnhúskið og lýstu verðina, sum hon var uttangarðs. Har, sum eingin genta fór, fyrr enn hon hevði funnið hin rætta.

Men nú er onnur olja á pressuni. Tey trý stóru donsku vikubløðini hava mist so nógvar lesarar, at heldur henda gongd fram, so verða eingi vikubløð at lesa í Danmark, tá vit skriva 2013. Ein karmur um Ríkisdanska kjarnhúskið verður burtur.

Og nú hátíðin yvir øllum brátt er í hond og fólk undir kátum stjørnum leita upp teirra kæru, er kanska vert at støðga og spyrja seg sjálvan um kjarnhúskið og familiubløðini hava nakað rúm longur. Mamman og omman, sum stákaðust har heima, arbeiða allar samlar úti dagin langan og hava neyvan stundir at leita upp køku- og matuppskriftir í vikubløðunum. Keypa tær vikubløðini, so leggja tey ungu í húsinum líka í tað. Novellurnar ganga uttan slit í sjónvarpinum og í alt minni mun taka tey ungu við teim lærdómum, ið undanfarnu ættarlið funnu í vikubløðunum.

Tey ungu skapa teirra virði, í felag við vinum og samsintum. Á marknaðarbúskaparligum botni elur samfelagið fram eina mentunarliga sjálvstøðu, ið sum frálíður verður ein djúpari gjógv millum ættarliðini. Tí gomlu virðini, sum vórðu staðfest í vikubløðunum, vikna alsamt. Hava fallandi gangvirði.

Fyrr fekst tú lív og lagnu í vøggugávu. Lívsleiðin lá greið úr vøggu í grøv. Í dagsins talgilda samfelag velur tú sjálvur tín identitet. Eitt náptak, eitt blueprint. Ein til hvørt høvi, tá tú ferðast í markleysa cyberspace. Men trúgvi ikki, at valið er frítt, óheft og fólkaræðisligt. Nei, sigur týskarin Ziehe. Longu innan tú vart í talgilda móðurlívi varð sjálvstøðan ásett og gjøgnumtulkað. Í modernaðu samfelagsligu miðlunum, sum telja hvørt hár á høvdinum.

Helst verða spádómar og ástøði hjá týska mentunarsosiologinum, Thomas Ziehe, aktuellari enn nakrantíð hetta komandi skeiðið. Hugtakið modernitetur hevur funnið veg innar í nýggju donsku-føroysku orðabókina. Tilvaksandi ættarliðið er á fjalli og má bjarga sær sum frægast og finna stevið í heimsins meldri. Lívsuppgávan verður, at fáa sum frægast burturúr dagsins mentunarligu sjálvstøðu. Eina og aleina. Tí bert tú hevur kumpassina. Til egið lív og virki. Við ella uttan Ziehe og Familie Journalen.

PS! Hóast blaðdeyði leingi hevur verið eitt kent orð í øllum kjarnhúskjum og eisini finst í omanfyrinevndu orðabók, so er enn hópur av blaðbúðum, serliga kring jarnbreytirnar, sum útvega alskyns bløð. Í hesum sambandi gevur DSB út ?Blad guiden?, sum er eitt ókeypis, men snotuligt yvirlit, har avísir, bløð og tíðarrit, sum fáast í Danmark, verða umrødd. Tilsamans fleiri enn 2200 útgávur. Lagt verður fyri at lýsa tær donsku avísurnar og síðani tær útlendsku. Fyrst nevnda útlendska er altjóða avísin Financial Times og átjanda útlendska avísin, sum fær umrøðu í hesum skreytblaði frá DSB er Sosialurin: ?Færøsk dagblad, der dækker bredt om livet i de færøske lokalsamfund. Der er dybdeborende baggrundsartikler og derudover et stort rubrikafsnit om forlystelseslivet på øerne?. So enn lýsir undir lágari lon.


Birgir Kruse, Keypmannahavn