Takk fyri bræv títt í Dimmu 14. okt. Tú setur fram týðandi spurningar um viðurskiftini hjá sjúklinginum í einari framtíðar EDV-læknaskipan.
Verður hann eitt nú at "sveima" á netinum í eini samskiftandi telduskipan til øll við atgongd til skipanina at hyggja at? Hvat við upplýsingum latnum í trúnaði? Tagnarskylduni? Hvussu trygg er slík skipan aðrar vegir? Hvør eigur og kann geva loyvi til nýtslu av data? Læknar? Aðrir myndugleikar? Sjúklingurin ?
FELAGSSERVARIN
Av tí, at tú nevnir felagsservarin sum eitt møguligt vandamál, skal eg royna at svara spurningum tínum.
Havi verið við at menna íslendsku SAGA- skipan-ina til føroysk viðurskifti. Hendan skipanin byggir á nevnda felagsservara og er annars gjørd sum ein heildarloysn, tvs er ætlað at fevna um heilsuverkið alt kommunulæknar, heilsusystrar, heimasjúkrasystrar, ljósmøður, sjúkrahúsini, apotek, almannastovu, sjúkrakassar.
Loyvi mær at nevna fyrst, at skipanin hevur verið roynd í kommunulæknahøpi og riggar væl. Harumframt og ikki minni týdningarmikið lúkar hon tær treytir, tú sum sjúklingur í brævi tínum setur til slíka skipan.
Skipanin er bygd upp soleiðis, at teir ymsu brúkararnir hava atgongd til ymsar partar av skipanini.
Ímillum hesar partar eru elektroniskar forðingar, skott, um tú vilt. Tí ber eitt nú ikki til hjá teimum á apotekinum at síggja anna enn tað, sum viðvíkur teirra arbeiði. Somuleiðis hava ymsir læknar teirra "kassar" at arbeiða í. Tað, tú t.d. hevur í trúnaði við kommunulækna tín, síggja onnur ikki. Heldur ikki aðrir læknar. Hetta svarar til, at onnur ikki hava atgongd til tína bankakonto í EDV-skráini hjá peningastovn-unum.
SAMSKIFTI
Tú kanst samskifta í SAGA-skipanini, tvs senda informatión. Eitt nú receptir, ávísingar, lækna- váttanir ber til at senda elektroniskt. Til ber somuleiðis at taka ímóti elektroniskum posti. Skipanin syrgir fyri, at ymisk data fara rættan veg og ikki aðrastaðni.
Samskiftið hevur avgerandi týdning fyri slíka skipan. SAGA-skipanin er ment til at samskifta á tryggan hátt, nevnliga á intranetinum hjá Heilsuverkinum.
Tá talan er um trygd, er vert at nevna, at skipanin í samskiftinum ímillum viðtalurnar og servaran eisini er tryggjað forsvarliga. Somuleiðis, at í viðtalunum eru ongi data at stjala har er bert útgerðin til sjálvt samskiftið. Og at øll data eru savnað á einum stað á servaranum, sum stendur í serligum rúmi, vardur ímóti fysiskum og øðrum ágangi.
Tað er rímiligt at meta, at ein skipan við nógvum smáum eindum, eitt nú tíggjutals smærri servarum er verri at tryggja, verri at verja og viðlíkahalda. At ein slík loysn, um trygdin skal vera á leið, gerst dýrari. Tær donsku skipanir, ið eru ínýtslu í Føroyum í dag, hava tann vansa, at tær samskifta ikki og lúka ikki krøvini hjá dataeftirlitinum um trygd. Tað ger SAGA-skipanin.
Seinast í brævi tínum spyrt tú, um tað kann bjarga mannalívum, at journalin er til sjals fyri øll viðgerðarstøð í føroyum.
Hetta er, sum greitt er frá omanfyri, ikki hugsanin. Men í SAGA-skipanini er møguleiki fyri at geva ávísa informatión viðari. Dømi: sjúklingur, ið ikki tolir penicillin og tí kann koma í lívsvanda, fær hann henda heilivág. Tað er gott, at sjúklingurin og lækni hansara vita um hesi viðurskifti.
Uppaftur hentari hevði tað verið, um eisini aðrir læknar og kanska apotekið við vistu um trupuleikan. Ella at skipanin sjálv automatiskt segði frá, um roynt var at skriva út penicillin til nevnda sjúkling. Onnur dømi eru eisini.
Passandi kundu slíkar informatiónir verið "givnar víðari" í samráð ímillum sjúkling og kommunulækna hansara.
SJÚKLINGURIN EIGUR DATA
Tað er skyldan hjá teimum, sum í heilsuverkinum hava við viðkvæmar EDVupplýsingar at gera at fara væl um. Men principielt átti tað at verið tú, ið sum sjúklingu hevur ræði á "tínum" EDV-tilfari í einari elektroniskari læknaskipan. At tað er er tú, sum evt. í samráð við lækna tín ert hann, sum gevur loyvi til skilagóða nýtslu av tí EDV-tilfari, ið viðvíkur tær.
At tað við øðrum orðum ert tú, sum avger, í hvønn mun tú sveimar á netinum.
Ein servara, eina journal?