Útlendskir teldusnillingar finna støðugt nýggjar hættir at fáa pening frá fólki við hjálp frá sokallaðum malware, sum er skaðilig forrit.
Tað nýggjasta á marknaðinum er eitt forrit, sum fer á tilvildarligar teldur, og læsir alt innihaldið.
Eftir hetta fær teldueigarin eini boð frá til dømis løgregluni í Danmark um, at hann ólógliga hevur vitjað eina síðu við barnaporno ella zoofili (samlega við djórum) á, og skal rinda eina bót á til dømis 100 evrur. Danska løgreglan sigur við DR, at tað nýggjasta er, at pornografiskar myndir eisini fylgja við í falska teldupostinum frá løgregluni.
Myndirnar eru av persónum sum eru 20, 18 ella 15 ár. Tey eru á markinum millum tað lógliga og ólógliga, og endamálið við hesum er at fáa tann órættaða til at halda upplýsingarnar um teldupostin fyri seg sjálvan.
Hetta veit DR at siga í dag.