Ein italsk kanning vísir, at aktión telduspøl kunnu hjálpa orðblindum, at læra at lesa.
12 tímar av telduspølum vísti seg at gera størri ávirkan á lesiførleikan hjá orðblindum, enn eitt heilt ár av vanligari lesiundirvísing.
Sambært kanningini hjálpa aktiónsspølini børnunum at fokusera uppá tey røttu tingini í spælinum. Tey viðurskiftini, sum fáa spælið at fara víðari. Tað kann beinleiðis viðføra, at børnini eisini læra at fokusera uppá tey rættu elementini í einum bókstavi ella einum orði, og soleiðis læra at lesa.
Kanningin leggur sostatt upp til, at orðblind hava trupult við at fokusera rætt, tá ið tey skulu lesa. Tað er sostatt hetta sum er trupulleikin, og ikki evnini til at læra mál.
les meira um málið á heimasíðuni hjá Tv2 her:
go.tv2.dk/articlekrop/id-65221667:actionspil-hjælper-ordblinde-med-at-læse.html