Lagið snýr seg um at kenna seg máttleysan og ikki vera førur fyri at siga tað hart fyri sær sjálvum, tá tað kemur til stríð við ringum vanum og skiftinum at blíva ein fullvaksin persónur.
Andaneyð er annað staklagið, sum bólkurin gevur út seinnu hálvuna av 2025 og er enn eitt dømi um, at TeleMama, og serliga sangskrivarin og forsangarin Óli Joensen, flytir seg frá at skriva tónleik um at vera ungur í Føroyum og hugna sær til at viðgera kringlutu tilveruna, tú møtir, tá tú verður eldri.
Lagið sjálvt er ikki sukursøtur poppur sum ofta áður, men borið á herðunum av tunga og elektronsika bassljóðinum hjá Ørvi Argenziano Hentze og stórfevnandi trummuspælinum hjá Jákupi Holm Johannesen. Heldur øðrvísi enn vanliga við løgunum hjá TeleMama hevur sangurin eitt niðurlag við orðum at syngja við til. Eins og við fyrra staklagnum, Essential Love, spælir Sjúrður Zachariasson (GØ) ein leiklut við sínum dugnaliga saksofonspæli.
Viðvirkandi:
Orða- og tónasmið
Óli Joensen (orð og lag)
Hendrik Jacobsen (lag)
Ørvur Argenziano Hentze (lag)
Jákup Holm Johannesen (lag)
Dan Eyðun Karbech Saxov (lag)
Tónleikarar
Óli Joensen (sang, kór, gittar)
Hendrik Jacobsen (gittar)
Ørvur Argenziano Hentze (bass)
Jákup Holm Johannesen (trummur)
Dan Eyðun Karbech Saxov (Synth)
Sjúrður Zachariassen (saksofon)
Framleiðsla
Dan Eyðun Karbech Saxov (framleiðsla)
Óli Joensen (samframleiðsla)
Atmozonic (samframleiðsla, ljóðbland, frumband)










