Televarpið tryggjar føroyingum enskan fótbólt

– Hóast rætturin at senda frá ensku Premier League fer til nýggjan veitara næsta ár, so verður enskur fótbóltur framhaldandi at síggja hjá Televarpinum, tí Viasat er partur av rásaúrvalinum.

 

Hesum boðar Televarpið nú frá, nú tað hevur verið frammi, at truplari verður at síggja enskan fótbólt.

 

Viasat hevur ognað sær rættindini at senda enskan fótbólt frá sumri 2013. Seinastu árini hevur Canal Digital sent Premier League, men við kvettinum hjá Viasat verður komandi kappingarárið eftir øllum at døma tað síðsta hjá Canal Digital við enskum fótbólti.

 

Viasat hevur keypt rættin at senda Premier League í minsta lagi trý ár, frá 2013-2016. Viasat hevur við hesum fingið einkarætt til 280 dystir og kann samnýta aðrar 100 dystir við onnur. Føroyingar fáa tó ikki verri møguleika at síggja enskan fótbólt av hesum ávum. Tvørturímóti eru Viasat-rásirnar at fáa í pakkunum hjá Televarpinum, sum røkkur meginpartin av føroyingum.

 

– Televarpið frøist um, at føroyingar framhaldandi kunnu síggja enskan fótbólt á okkara rásum, tí vit vita, at hetta hevur sera stóran týdning fyri nógvar hyggjarar. Samstundis fegnast vit um, at vit nú hava allar tær stóru ítróttarhendingarnar í okkara pakkum, tí tað er og verður gott sjónvarp, sigur Edvard í Skorini, serfrøðingur í Televarpinum.

 

Umframt Premier League fevnir Televarpið eisini um eitt nú Champions League, Formel 1 og tær stóru hendingarnar so sum olympisku leikirnar, evropa- og heimsmeistaraheitini í fótbólti og aðrar ítróttargreinar umvegis lisensfíggjaðu rásirnar hjá okkara grannalondum.

 

Televarpið røkkur umleið 95 prosent av øllum føroyskum húsarhaldum. Til ber at síggja rásirnar hjá Televarpinum við somu antennu, ið verður brúkt til at móttaka Kringvarp Føroya á talgildum signali, sum verður útbreitt við sendinetinum hjá Televarpinum. Arbeitt verður í løtuni við at útbyggja sendinetið til nakrar av teimum bygdum, ið enn eru eftir at røkka við Televarpinum.