Telving um málsøki

Samgongusamráðingarnar eru tiknar upp aftur á Gamla Apoteki í morgun, eftir at formenninir sótu og samráddust til klokkan tvey í nátt.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði fyrrapartin við útvarpið hjá Kringvarpinum, at formenninir gjørdu samráðingarar lidnar í nátt, men nú skal skjalið til góðkenningar hjá flokkunum, og fyrr enn tað er hent, er samgonguskjalið ikki endaliga liðugt.

Kaj Leo Johannesen sigur seg rokna við, at telvingin um málsøkini fer at byrja í dag, og tað verður sambært løgmanni ein telving, har ymisku løgtingsnevndirnar eisini verða umrøddar.