Tem skoraði í Lyngby-sigri

Tað er langt ímillum, at Lyngby kann fara av vølli sum sigursharri, og slett ikki eftir ein stórsigur. Men í gjár bragdaði fyri triðju ferð, tá teir vunnu 4-1 á Horsens. Bæði Tem Hansen og Christian Lamhauge Holst byrjaðu millum teir fyrstu ellivu, og fyri aðru ferð kom Tem Hansen á máltalvuna, tá hann við skoti av brotsteigarmarkinum økti til 3-0. Úrslitið ber við sær, at Lyngby sleppur sær av aftarsta plássinum við sama stigatali, men betri málúrtøku enn Viborg, sum hevr Súna Olsen í hópinum.