Mikukvøldið 23. mai kl. 20 verður temakvøld á Margarinfabrikkini um ung foreldur. Kvinnur, ið eru blivnar mammur í sera ungum aldri, koma at hugleiða um tað at vera ung foreldur.
Heilsufrøðingurin Jóngerð Poulsen kemur eisini at greiða frá hennara møti við ung foreldur.
Tónleikur og kaffi við onkrum góðum afturvið verður eisini á skránni.
Margarinfabrikkin skipar fyri hesum tiltaki, sum hevur til endamáls at varpa ljós á ymisk viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri ung.
Temakvøldið er ókeypis og er ætlað teimum ungu og øðrum áhugaðum.