Leivur Persson
Tað er sjáldsamt at oddagreinin hjá Dimmalætting ber nakað fram, ið er orsøk til stórvegis øsing og sum gevur einum hug til at koma við viðmerkingum, ikki tí, henni er ikki vant at tróta illgrunasemi, afturhaldsemi og snævurskygni. Tó var tað eitthvørt við oddagreinini tann 25.09.2006, sum bar av. I hesi grein ilskast høvundurin um, at sjálvt pávin í Rom skuldi verða noyddur at hittast við muhammedanskum sendiharrum, fyri at slætta sjógvarnar eftir nógv umrøddu røðu hansara í Týsklandi. Uttan at koma inn á sjálva røðu pávans, má eg siga, at tann heimsmynd, sum høvundurin roynir at mála fyri almennininginum, er so svørt og hvít, at eg vóni at tað eri eg, sum havi misskilt greinina. Eg vóni, at landsins størsta tíðindablað ikki hevur eina so tilafturskomna fatan av muslimska heiminum, at hon bert kennir sínar líkar í retorikkinum hjá Mogens Glistrup, og í ávísum búsetingum á vestara áarbakka.
Lítið man verða at ivast í, at partar av muslimska heiminum hava, og hava havt leiðarar, sum ikki vilja okkara parti av heiminum alt tað besta, og at tann termologin, sum teir til tíðir nýta, stendur lítið aftanfyri røðu pávans. Tá hetta er sagt má tó leggjast afturat, at tann generalisering av heimsins muslimum, sum verður framd í greinin, er burtur úr allari vón og viti. Muslimarnir verða her umrøddir eins og vóru teir ein eind, ein villur bólkur av ófriðarkroppum, sum hvørki kenna til etikk ella miskunnsemi. Einhvør gerð, sum verður framd av einum menniskja, sum er muslim, óansæð um hesin er einsamallur um gerðina ella ikki, tikist sambært hugburði høvundans at blíva framd av øllum muslimum. Í døminum um harmiliga drápið á hálendska leikstjóran Theo Van Gogh, verður sagt muslimar myrða, mær vitandi so var tað bert ein muslimur, Mohammed Bouyeri, sum myrdi viðkomandi. Eisini nýtir hann hugtøk sum Muhammed og hansara tilhangarar. Hetta ljóðar sum talan er um ein brotsmannafelagsskap og ikki eina trúgv. Tað hevði uttan iva falli onkrum hart fyri bróstið um mann umrøddi Jesus og hansara lærusveinar, sum Jesus og hansara harkalið. Hetta er vantandi virðing fyri virðunum hjá teimum fólkum, sum høvundurin ákærir fyri at ikki virðað okkara virði. Var tað nakar, sum tosaði um at taka í egnan barm?
Eisini nýtur høvundurin hetta sum eitt dømi um, at vit í vesturheiminum hava ein modernaðan mentalitet sum hevnd ikki er ein partur av, og sum er atvoldin til, at vit ikki krevja blóðhevnd fyri drápi á t.d. Van Gogh, (sambært BBC bleiv ein riðil av hevndaratsóknum framdar mótvegis hálendskum muslimum aftan á drápi). Um mann hyggur eftir søguni hjá vesturheiminum, er tað tó einki sum bendir á, at hesin modernaði mentalitetur er annað enn einsamallur heilaspuni hjá einum høvunda á gomlu Dimmu. Besta dømi um hetta er amerikanski forsetin, ella leiðari frælsa heimsins, sum hann eisini hevur lyndi til at kalla seg. Sjálv um hesin sigur seg verða limur í eini trúgv sum áleggur okkum at venda hin kjálkan til, og at fyrigeva teimum, sum ímóti okkum synda, er lítið sum bendir á, at hann kennir seg serliga bundnan av hesum hábornu áheitanum. Á besta John Wayne hátt ger hann hinvegin greitt, at øll tey sum gera seg inn á vestaru síðu av vesturheiminum, verða jagstra og dripin. Uttan dóm og uttan lóg. Justitia hevur bind fyri eyguni og svør í báðum hondum.
Leiðarar okkara hesumegin hav eru lítið betur, teir bumba og drepa eisini eftir førimuni. Eisini eru teir allir fúsir at blunda, tá lond í miðeystri fara at bumba hvønn annan, bara so leingi, sum flestu bumburnar flúgva rætta vegin.
Um høvundurin við modernaðan mentalitet, meinar, at vit hava betur tøknifrøðiliga útgerð til at drepa, so kann mann ikki annað enn at geva honum rætt.
Viðvíkjandi miskunnsemi vesturheimsins, kann eisini nevnast, at tá evropeisku krossfararirnir hertóku heilaga staðin Jerúsalem í 1099, undir katólskari leiðslu, bleiv eingin náði víst, allir muslimar og jødar í býnum blivu myrdir. Tá býurin 88 ár seinri tikin av muslimska konginum og herleiðaranum Saladin, vísti hann teimum kristnu náði og gav herdeildum sínum boð um, at eingin skuldi drepast aftaná at býurin hevði givið seg yvir. Tað sama gjørdi eftirmaður Muhammeds, Omar kaliffur, tá hann hertók sama bý í 638.
Hervið kann staðfestast, at heimssøgan ikki júst er á okkara síðu, tá ið vit tosa um miskunnsemi og primitivitet. Hevndarhugur okkara er stórur.
Ongin ivi skal verða um, at vit í vesturheiminum hava talufrælsi, og at hetta er ein rættur, sum vit eiga at verja. Men tó skal leggjast afturat, at vit eiga at hava eina natúrliga virðing fyri øðrum fólkum og mentan teirra. Tá vit tosa niðrandi um Muhamed profet, er hetta nakað sum rakar nógvar muslimar meint. Hetta kann samanlíknast við at mann skoynir sær alment við Merkinum meðan mann etur eitt tjaldur, og síðani sigur, at hetta bert er ein partur av mínum talufrælsi. Óansæð um hetta var rætt, so hevði onkur okkara helst kent seg eitt sindur særdan.
Sjálvt um vit ikki á nakran hátt eiga at avmarkað okkara talufrælsi, so eiga vit altíð at nýta hetta við virðing fyri øðrum, og verða móti teimum, sum vit vilja at tey skula verða móti okkum.
Høvundurin staðfestir miðskeiðis í greinini, at vit hava onki lært av málinum um Muhamed tekningarnar, tá pávin á hendan hátt, er noyddur at umbera seg. Gleðiliga kann tað tó staðfestast, at pávin hevur valt eina diplomatiska kós, og tískil sær út til at hava lært munandi meira av danska Muhamed málinum, enn høvundurin.
Vónandi merkir hendan oddagrein ikki at jacta est alea ella, at terningurin er kastaður, viðvíkjandi retorikkinum hjá Dimmalætting mótvegis Islam og Muslimum, bara tí at onkur við Smyrilsvegin, hevur ein lítlan tempulriddara í búkinum.