Ten Hag fer væntandi at selja sjey leikarar

Enska blaðið "Mirror" hevur sett navn á hvørjar sjey leikarar hjá Manchester United, ið vera seldir undan komandi kappingarári

Manchester United leikararnir: Harry Maguire, Aaron Wan-Bissaka, Brandon Williams, Donny van de Beek, Anthony Martial, Alex Telles og Eric Bailly vera til komandi kappingarár seldir til onnur fótbóltsfeløg.

 

Hetta skrivar bretska blaðið "Mirror" í dag. Men tað er við tí fyrivarni, at Glazer-familjan heldur fram sum høvuðseigarar av felagnum. Um høvuðsvenjarin hjá Manchester United skal keypa leikarar inn til komandi kappingarár, so verður tað álagt honum at selja leikarar eisini. 

 

Anthony Martial og Donny van de Beek hava verið nógv skaddir, og Alex Telles og Eric Bailly eru báðir útleigaðir.

 

Harry Maguire er hóast hann er við á enska landsliðnum bert vorðin eykaleikari hjá Manchester United, og tað sær ikki bjart út hjá honum at fáa longt sáttmálan við felagið.