Tendra jólabýin

Jólabýur

Aftur í ár verður stóri jólabýurin á Torginum. Eins og undanfarin ár, verður býurin skrýddur við kava, trøðum og alskyns prýði umframt djórum, nissum o.ø.
Í ár verður býurin avdúkaður og tendraður týsdagin 22. november kl. 11, og tað er 4 ára gamla Edit, sum fer at tendra hann.
Í hesum sambandi bjóðar SMS øllum á Torgið týsdagin kl. 11 at síggja býin verða tendraðan og annars njóta eina góða løtu á Torginum.