Tendra jólatræið í Klaksvík


 

Klaksvík: Leygardagin verður jólatræið í Klaksvík tendrað, og tá fer Skótalið Nólsoyar Pálls at skipa fyri hátíðarhaldi í Vágstúni.

Klaksvíkar Hornorkestur fer at spæla, og eitt barnakór fer at syngja.

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fer at flyta fram røðu, og tað er fyrstu ferð, at hann ger tað til jólahald í Klaksvík.

Tiltakið verður leygardagin kl. 17.00.