Jólatræið í Sandavági verður tendrað mikudagin annan desember klokkan 18.00 Albert Ellefsen, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin til tiltakið, og David Johannesen, prestur, fer at halda røðu, og hornorkestrið hjá Frelsunarherinum fer at spæla.
Eftir tiltakið, sum verður við jólatræið á miðstaðarøkinum á Sondum, verður farið í SÍF húsið, har Vága kommuna bjóðar ein heitan drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Jólatræið í Vatnsoyrum verður eisini tendrað mikukvøldið. Tað verður klokkan 19.00.
Eisini í Vatnsoyrum fer borgarstjórin at bera eina heilsu, og prestur fer at halda røðu. Hornorkestri hjá Frelsunarherinum fer at spæla.
Jólatræið í Miðvági verður tendrað leygardagin fimta december klokkan 17.00. Eisini í Miðvági fer Albert Ellefsen, borgarstjóri, at bera eina heilsu til bygdarfólkið, og David Johannesen, prestur, at halda røðu. Í Miðvági fer Sørvágs tónleikarafelag at spæla, tá træið verður tendrað. Aftan á, at tendrað er, verður farið í bygdarhúsið, har Vága kommuna skipar fyri hugnaløtu, og orkestrið hjá Frelsunarherinum fer at spæla. Klokkan 15:30 sama dag kunnu børnini fara niðan í Kálvalíð at heilsa upp á jólamannin.