Tendra ljós fyri mannarættindum í dag

Í dag er altjóða mannarættindadagurin, ið verður hildin 10. desember á hvørjum ári fyri at markera ST-yvirlýsingina um universell mannarættindi, ið varð undirskrivað 10. desember 1948. í dag er skjalið betri kent undir heitinum Altjóða Mannarættindasáttmálin hjá ST.


Hetta er eisini dagurin, tá Amnesty International heitir á fólk um at tendra eitt ljós fyri at minnast tey menniskju, ið enn ikki hava grundleggjandi mannarættindini.


Tað var stovnarin av Amnesty International, Peter Benenson, ið byrjaði siðvenjuna at tendra eit ljós 10. desember.


- Tá eg fyrstu ferð tendraði Amnestyljósið, hevði eg í huga kinesiska orðatakið, heldur kveikja eitt ljós enn at banna myrkrinum, verður Peter Benenson vanliga endurgivin fyri at hava sagt.


Tað var grundleggjandi kenslan av rættvísi saman við trúnni uppá, at einstaklingar kunnu gera ein mun, sum fekk Peter Benenson at tendra eitt ljós og seta á stovn Amnesty International í 1961. Í fleiri ár hevur Føroyar deild í sambandi við altjóða mannarættindadagin 10. desember heitt á fólk um at seta eitt ljós í gluggan at minnast øll tey, hvørs rættindi eru skerd.