Tey eru fastir gestir, tá konfirmantar og foreldur teirra úr Hoyvík og Havn hittast til samkomu í KFUK nakrar ferðir um árið.
Soleiðis var eisini í hesi vikuni, har limir úr Sound of Glory TenSing á sín serstaka hátt framførdu nakrar av sangum teirra undir festini.
Tey í kórinum hittast hvørt mikukvøld til venjing, - og sum tey sjálvi siga tað, so er kórið bæði fyri tey sum duga at syngja og tey sum ikki halda seg duga so væl.
Umframt hetta hava tey eisini konsertir og gera onnur ting, sum hoyra til eitt slíkt kór fyri tey 13 til 19 ára gomlu.
Teirra hjarta er sjálvandi hjá ungdóminum í Føroyum, men undan jólum í fjør høvdu tey eina jólacafé og konsert í KFUM í Havn, har savnað varð inn til eitt gentuheim í Rumenia.
Hesin innsavnaði peningurin beint omanfyri 2000 krónur vórðu stutt eftir sendar hesum gentuheimi, sum liggur í Valea Ursuli .
Sound of Glory TenSing venur hvørt mikukvøld frá klokkan 19.