Líggjas Olsen
Eg plagi ikki at skriva lesarabrøv. Men seinasta vikan fekk meg at taka fat í pennin, ella rættari tastaturið. Eg haldi tað sum hendir í politiska orðaskiftinum viðvíkjandi teimum samkyndu er vanæriligt og skomm fyri føroyska samfelagið.
Demokratiið í Føroyum er í vanda. Okkara valdhavarir vilja ikki taka støðu til tey samkyndu, ella eisini hava teir eina sera greiða støðu. Hendan greiða støðan er Bíblian, sum vil vera við, at samkyndleiki er ein synd. Hetta tulka ávísir limir í føroysku samgonguni sum um at vit eiga at forða fólki, ið reint faktiskt eru samkynd, at vera til - at vera seg sjálvi. Man uppfordrar til sjálvútslettan frá ovastu rók í landinum, tí man heldur at vanlagnan er yvir okkum! "Tit eru syndarar, vend við!!"
Vil Føroya fólk stuðla hesum? Nadoyð, hetta minnir ikki sørt um miðøldina. Nær ætla tit at koma eftir okkum miðalhampa syndarum og biða okkum venda við, tí vit eru sgu eisini "á skeivari leið"?? Hvat er tað við hesum samkyndu, sum er so nógv verri? Tey taka hann í reyvina jú, men tað er nú ikki heilt óvanligt millum miðalhampa heteroseksuell í "dagsins Sodomu".
Vita tit hvat? Hesi fólkini hava eisini kenslur (sum ikki bert eru seksuellar). Veruligar kenslur. Tey elska fólk av sama kyni, og vilja (við fríum vilja) sleppa at liva saman við fólki av sama kyni, uttan at okkara "demokratisku" leiðarar skulu koma og kalla hetta synd, sum jú langtsíðani er avtikið í vesternlendskum politikki. At tit váða tykkum at gera hettar við samkynd, er yvir mítt høvd. Halda tit veruliga at samkynd koma í himmalin við at gevast við at elska fólk av sama kyni? Kanska?
Tað er líkamikið um tit halda tey samkyndu vera sjúk. Tit hava ongan rætt til at kalla tey sjúk í politiskum høpi, tí einki er prógvað hesum viðvíkjandi. Og í politikki er man farin frá Gud og djevlinum (uttan í Miðeystri), tí man fann útav at tað var rættari at lata fólk trúgva tað tey vilja, og lata tey sleppa at liva hareftir. Minnast tit? Eg helt at tað meir ella minnið var soleiðis í Føroyum, men nú ivist eg stórliga. Skal tykkara "antisamkynd-lata-standa-til-lóg" veruliga páduttast meg (eri ikki homoseksuellur, men kenni nøkur), sjálvt um eg var buddhist? Ella atheist? Tí annars verður "Hann" illur og fer at sáða? Trúgv er persónlig, folkens, staturin heldur seg vekk frá slíkum viðurskiftum og fortelur ongum hvørja seksuella orientering ein eigur at hava. Hetta er uppíblanding av persónligum viðurskiftum, og tað vil eg hvørkin hava Jógvan á Lakjuni, Jenis ella Gerhard at gera fyri meg.
Eg veit væl, at tit hava ein idé um, at Gud vil hava okkum at liva á ein bestemtan hátt. Takið tit í egnan barm, og liv eftir hesum reglum. Tað er ikki rætt at lóggeva ímóti einum minniluta, tí at man sjálvur hevur eina abstrakta, metafysiska sannføring. At tit demonisera tey samkyndu í Føroyum, er eitt tekin um, at tit kanska ikki sjálvir hava eitt so gott forhold til Hann. Trúgv mær, samkynd finna ikki Gud við at tit útihýsa teimum. Slíkt førir til minnilutakenslur og tunglyndi og til rýman av landinum. Tað er kanska júst soleiðis tit vilja hava tey at "finna syndina í sær sjálvum"? Ella? Eg kenni ein, sum vildi gera sjálvmorð, tí hugburðurin í landinum gjørdi at hann kendi seg fremmandagjørdan. Og nú frá ovastu rók, tí man við eini ráðstevnu vil seta ljós á samkyndleika. Stakkalin. Hann fer at vera landinum til undirgangs (sic).
Hví taka tit ikki alkoholið av hyllunum, tá hetta jú er við til so nógvan ólevnað og skaða fyri samfelagið? Bíða nú, har eru inntøkur at heinta. So má synd vera synd. Ongar inntøkur hjá teimum homoseksuellu, tíverri (Nei búðskapurin fer kanska beinleiðis at stagnera, um tey SAMKYNDU verða vird) ...Men har eru stemmur at heinta. Ikki so? Eftir teimum!!!
Hvat í allari víðu verð billa tit tykkum inn?? Gerhard, Jógvan etc..Tit umboða OKKUM, fólkið, og FÒLKIÐ vil ikki hava nakra heksajakstran anno 2005. Antin taka tit tykkum saman og reka demokratiskan, fornuftigan politikk (og fornuft merkir her at brúka høvdið), ella mugu vit reka tykkum niður av rókini (við ikki at stemma uppá tykkum, vælsaktans). Vit hava ivaleyst av synd í samfelagnum sum er, og tað er ein sjúk fatan at halda, at Gud fer at "heysta" um vit vísa næstakærleika til "TEY". "TEY" eru VIT, og VIT vilja hava líkarætt í samfelagnum. Vit vilja hava, at fólk hava tað gott, kenna seg væl her í Føroyum, uttan at Løgtingið soleiðis kallar okkum syndarar. Tað líkist akkurát ongum! Staturin vendir ongum við, tað hava vit kirkjur og samkomur til. Ella hvussu er? Høvdu tykkum dámt best teokrati framum demokrati? Og er tað ikki nærmari einum teokratii, tá tit soleiðis "belæra" okkum um hvat er rætt og hvat er skeivt úfrá Bíbliuni??
Vit eru farin frá at smíða lógir útfrá abstraktum, metafysiskum lógum í einari bók, og tað áttu tit sum politikkarir at vita. Eg øtist, at mín mentamálaráharri og Gerhard Lognberg ditta sær at demonisera samkynd (tað er at demonisera, tá man spáðar vanlagnu fyri samfelagið við akksept av einum minniluta), tá tað júst eru hesi fólk, sum um allan heim í stóran mun eru við til at skapa tað, vit kalla mentan. Tú kanst halda, at hetta er skeivur mentalitetur útfrá Bíbliuni, men brúka nú ikki tína makt uppá slík persónlig viðurskifti, men heldur uppá at skapa eitt vælfungerandi, demokratiskt samfelag, har vit eru frí at vera sum vit eru, eisini við teimum "veikleikum" vit nú einaferð hava. Vit eru ikki ein stór familja í Føroyum longur. Diversitetur er komin fyri at vera, og tit gera so væl at arbeiða soleiðis, at vit øll mega hava tað gott. Eisini í 2015.