Tað var stríð um bronsuplássið, sum var á skrá, tá ið FC Suðuroy í næstbestu deildini í kvøld hevði vitjan av Giza Hoyvík. Tá ið liðini hittust í Gundadali í fimta umfari, vann heimaliðið 3-2, eftir at FC Suðuroy var frammanfyri 2-0, inntil tíggju minuttir eftir steðgin.
Á Vágs eiði í kvøld legði Jóhan Restorff Jacobsen beinanvegin og eftir innlegg frá Tony Rasmussen Giza Hoyvík framum, og tann støðan helt sær, inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá javnaði Valerian Iobashvili til 1-1, og fimm minutir undan leikloki var tað Mamuka Toronjadze, sum skoraði sigursmálið fyri FC Suðuroy.
Bæði heimamálini vórðu skorað eftir hornaspark.
FC Suðuroy er á triðja plássi við 28 stigum fyri sektan dystir, og Giza Hoyvík er á fjórða plássi við 27 stigum fyri seytjan dystir.
FC Suðuroy spælir næsta heimadystin á jóansøku í Vági leygardagin, tá ið toppliðið EB/Streymur verður gestur á Eiðinum. Leygardagin eigur Giza Hoyvík heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.