Tepur sigur til Kyndil

Hondbóltur: Tað vóru málverjarnir hjá báðum liðunum, sum áttu størsta heiðurin sunnudagin, í einum dysti, har nógv mistøk vórðu framd, og har 6 av brotskøstum vórðu misnýtt

Kyndil ? Nestin

14-13 (6-4)


Undan hesum dysti vóru tað helst fleiri, sum høvdu roknað við, at talan fór at vera um sanna málveitslu, har Kyndil fór at vinna ein sannførandi sigur á grannunum úr Neistanum.

Tað gjørdist tó rættuliga skjótt greitt, at talan í hvussu so er ikki, fór at verða um nakra málveitslu. 13. minuttir vórðu leiktir, áðrenn Kyndil fekk sítt fyrsta mál, men við tað at Neistin bert hevði fingið 1 mál áðrenn hetta, kom hesin málturkurin ikki at kosta kyndilskvinnunum sigurin.


Málverjarnir

áttu dystin

Samanlagt vórðu einans 27 mál skotin í dystinum, og vóru tað fyrst og fremst málverjarnir hjá liðunum báðum, sum vóru orsøkin til hetta. Helena Dam byrjaði í Neistamálinum, og tað varð beinan vegin greitt, at Kyndlakvinnurnar høvdu við at fáa bóltin framvið henni. Í hinum endanum syrgdi Marita Hermansen fyri, at Neistakvinnurnar ikki kundu gera sær dælt av hesum, við tað at hon so sanniliga eisini stóð seg væl. Neistaliðið má sigast at vera sera væl fyri, hvat málverjum viðvíkur. Nakað inn í seinna hálvleik kom Hildur Sørensen á vøllin fyri Helenu, og hennara avrik stóð einki aftan fyri tað hjá hinum báðum málverjunum. Harafturat hevur Neistin eisini Óluvu at dúva uppá, so tað er ikki á hesum øki, at orsøkin til fáu stigini skal finnast.

Um dystin er annars at siga, at hóast Kyndil hevði fatur í longra endanum meginpartin av dystinum, so megnaði Neistin alla tíðina at hanga í, og eitt skifti megnaðu tær at stríða seg upp á javnleik, men so gingu kreftirnar aftur undan, og at enda streyk Kyndil avstað við øllum. Neistin mundi tó aftur í aftur, men tá tær fingu seinasta málið, var minni enn hálvur minuttur eftir at leika, so tá var ov seint hjá teimum at gera nakað.


Nógv mistøk

Vert er at leggja til merkis, at liðini bæði framdu eina rúgvu av tekniskum mistøkum, og varð hetta eisini orsøk til, at ferðin á spælinum ongantíð gjørdist hin stóra. Serliga vóru tað neistakvinnurnar, sum ofta tveittu bóltin burtur í støðum, har tær als ikki vóru pressaðar. Annars var Katrin á Neystabø aftur at síggja á neistaliðnum, men tað var týðuligt, at hon framvegis er darvað av skaðanum, sum hon fekk mikudagin.

Kyndil vann dystin, og ognaði sær harvið 2 týdningarmikil stig í toppstríðnum. Neistakvinnurnar vístu hinvegin, at tær kunnu bíta frá sær, og so leingi sum stríðsviljin er til staðar, kunnu tær vísa tenn ímóti liðum, sum á pappírinum tykjast nógv sterkari.


Málskjúttar:

Kyndil: Lotte K. Sørensen 4 (3), Ann Hansen 3, Palma Petersen 2, Rakul N. Joensen 2, Jensia Petersen 2, Jórun Ludvig 1

Neistin: Inga F. Danberg 6 (2), Birita Wardum 3, Bjørg Patrursson 1, Katrin á Neystabø 1, Marjun Jógvansdóttir 1, Gunnleyg Berg 1

Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 4

Útvísingar: Kyndil 1, Neistin 2

Dómarar: Pole Hansen og Svend Olsen