Hondbóltur ? menn
Fyrstu løtuna av dystinum millum á Skála millum StÍF og VÍF var lítið, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran spennandi dyst.
Beint framman undan høvdu kvinnuliðini hjá báðum feløgum spælt, og mannfólkini úr Vestmanna tóktust bara at halda fram, har kvinnurnar sleptu.
Flúgvandi byrjan
VÍF var nevnliga snøgt sagt flúgvandi fyrsta knappa korterið av dystinum. Verjan riggaði væl, strandingar vórðu meira ella minni noyddir at skjóta úti frá, og tá Bárður Nielsen í málinum dugdi væl at lesa skotini, fór einki inn um hjá honum.
Í hinum endanum sóu vit veruliga, hvat meistararnir eru førir fyri í álopspartinum. Pressað varð upp alla tíðina, soleiðis at glottar komu í strandaverjuna, og við teimum skjúttum, sum VÍF hevur, so var hetta sjálvandi ikki ókeypis fyri vertirnar.
Soleiðis fór VÍF upp á sjey mál áðrenn heimaliðið hevði gjørt nakað, og tá so André F. Danielsen eisini hevði fingið reytt kort í hesum tíðarbilinum, tóktist alt at vera avgjørt.
StÍF hevði takið
Helst var tað eisini hetta, sum vestmenningar hildu, tí ótilvitað byrjaðu teir at seta ferðina niður, soleiðis at strandingar nú eisini sluppu upp í part.
Spakuliga fingu teir betri tak um dystin, og efitr eina langa og deyða periodu hjá vestmenningum, var brádliga bert hitt eina málið á muni. Av venjarabeinkinum royndi vestmannavenjarin, Páll Poulsen, at broyta gongdina. Millum annað við einum time-out og fleiri útskiftingum, men hóast hetta bøtti nakað um, so fingu gestirnir ongan tíð sama tak á dystinum.
Tvørtur ímóti so vóru tað strandingar, sum høvdu yvirvág størsta partin av seinna hálvleiki.æ Vestmenningar fylgdu við, men tað var leingi líkt til, at teir ? eins og í fjør - skuldu koppa á Skála. Ikki minst mundi hugurin hjá bæði ásoðarum og leikarum vera góður, tá StÍF bert átta minuttir undan leikloki økti upp í 20-17.
Vestmenningar gjørdu tá av at mansverja Costin Dumitrescu, og hendan seinasta royndin eydnaðist teimum. StÍF fekk bert eitt mál afturat, og seinastu seks minuttirnar fekst bólturin als ikki inn í málið.
Hjá VÍF hepnaðist nakað betri. Teir togaðu seg nærri og nærri, og tá farið varð undir seinasta minuttin, stóð á jøvnum millum liðini. Vestmenningar dugdu ? onkur helt ov væl ? at dríggja sær hetta álopið. Endin varð, at teir vunnu sær tríggja metra kast, og eftir at Áki og Sámal høvdu tosað um, hvør skuldi skjóta, endaði alt við, at Sámal hamraði sigurin heim til Vestmanna.
Krevur meira
Við sigrinum helt VÍF fast um oddastøðuna, har teir eru júst sigurin á Skála framman fyri argastu kappingarneytarnar. Hóast sigurin, so skerst tó ikki burtur, at tað fer at krevja størri stabilitet frá oddaliðnum, um teir framhaldandi ætla sær at halda fast um oddasessin.
Hesa ferð spældu teir upp til sítt besta í eitt korter, og tá er neyvan nakar, sum skalar teimum, men ein dystur fevnir altso um 60 minuttir, so neyðugt verður uttan iva at leingja um góðu løturnar framyvir.
Hjá StÍF er søgan hinvegin framvegis tann sama. Stabiliteturin væntar í ólukkumát. Tað kann væl vera, at teir onkun tíð hava kent seg vónsviknar av dømingini, men hetta er so ikki einasta frágreiðingin. Liðið megnar ? tað vístu teir aftur hesaferð - at spæla upp til tey bestu í landinum, men hinvegin eru stig eisini mist móti øðrum liðum, og tað eru fyrst og fremst hesi, sum skulu vinnast, um teir skulu blanda seg upp í oddin hetta kappingarárið.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 21-22 (10-11)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 5(2), Alexandur Johansen 3, Jón Rasmussen 3, Costin Dumitrescu 3(1), Anfinnur Joensen 2, Bent Djurhuus 1, Artur Johansen 1
VÍF: Sámal Joensen 7(2), Harald Bjørgvin 4, Áki Olsen 3, Ingi Olsen 3, Johnny Joensen 2, Ragnar Zachariasen 1, Agnar Joensen 1, Daniel Rápa 1
Brotskøst: StÍF 3, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 4
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen