Tepurt tap í Ukraina

U-21 landsliðið: Hóast trýstið var stórt og royndirnar nógvar ímóti føroyska málinum, so vann heimaliðið við einum máli

Vøllurin var fínur og veðrið var fínt. Ofta hevur tað darvað hjá føroyskum liðum, tá ið hitin hevur verið nógvur í Eystureuropa, men soleiðis var tað ikki í kvøld, tá ið Føroyar spældu U-21 landsdyst í Zaporizhia í Ukraina. Tað vóru 14 hitastig og skíggjað loft.

 

Ukraina vann 1-0. Málið varð skorað miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir horna var føroyski miðverjin Andrias Edmundsson so óheppin at beina bóltin í málið aftanfyri Bjarta Vitalis Mørk í føroyska málinum.

 

Eftir at dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð var føroyski venjarin Sámal Erik Hentze so misnøgdur, at dómarin vísti honum gula kortið. Undir dystinum vísti kroatiski dómarin fimm føroyskum spælarum gula kortið.

 

Tølini siga, at føroyska liðið var undir stórum trýsti. Verjuspælið var væl skipað, og tað er merkisvert, at bólturin bara einaferð fór í málið, tá ið havt verður í huga, at Ukraina hevði 10 hornaspørk og Føroyar tvey hornaspørk. Heimaliðið hevði 20 royndir ímóti føroyska málinum, og Føroyar høvdu eina roynd ímóti heimamálinum.

 

Stutt undan steðginum hevði Ukraina risamøguleika at økja um leiðsluna, men

 

Føroyar: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson, Pætur Turiðarson Skipanes – Lukas G. Giessing, Noah Mneney, Andrass Johansen (Ragnar Skála, 46.), Áki D. Samuelsen – Stefan Radosavljevic, Jonn Johannesen (Símun Sólheim, 46.)

 

Gult kort: Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson, Stefan Radosavljevic, Ragnar Skála, Lukas G. Giessing