Simme Musikkhús er gomul fyritøka, sum Simme Arge Jacobsen stovnaði í 1959. Seinastu 19 árini hevur Petur Magnus Bjarnastein átt og rikið fyritøkuna, men ynskti hann nú at geva stafettina víðari.
Handilin kemur framvegis at hava fokus á at veita gott og breitt úrval av ljóðførum og tilhoyri, og at veita góða kundatænastu. Nakrar broytingar koma tó at síggjast í handlinum komandi tíðina, sum vónandi koma at gagna kundum og viðskiftafólkum, og longu nú er handilin settur upp í nýggjum sniði.
Nýggi eigarin, Terje B. Vestergaard er útbúgvin sølumaður innan eitt nú tónleikaútgerð, og vónar hann at kunna stiðja uppundir tað ríka og fjølbroytta tónleikalívið, vit hava her í Føroyum. Terje metir, at týdningurin av at hava ein føroyskan tónleikahandil er ógvuliga týðandi fyri at kunna varðveita ta tónleikamentan, sum í nógv ár hevur sermerkt Føroyar, og kemur hetta tí eisini at mynda raksturin av felagnum.
Í sambandi við eigaraskiftið verður skipað fyri móttøku 6. februar frá kl.15:00 til kl.18:00, har øll eru vælkomin. Millum annað verða tónleikaframførslur, røður og ábit á skránni, og samstundis verður eisini møguleiki at síggja góðu umstøðurnar, sum handilin heldur til í.
Nýggi eigarin vónar, at virksemið, sum kemur at virka undir sama navni og í somu hølum, framhaldandi fær góða undirtøku.