Terji og Anfinn klárir til í kvøld

Terji Rasmussen og Anfinn Nielsen sita í løtuni á Park Inn Hotel, ið liggur beint við MíttLand. Teir skulu báðir framføra tvær ferðir í dag, og sita tí nú og hvíla seg eitt sindur áðrenn teir skulu á pallin.

Teir vóru báðir á festivalinum í gjár, og hildu tað var sera væl eydna, við góðum tónleiki, og nógvum glaðum lívligum festivalgestum.

Terji skal, umframt at verða á stóra pallinum í kvøld saman við Eyðun og Kim, eisini framføra einsamallur á tí lítla pallinum.

- Nú er tað soleiðis at teir gjarna vilja hava ein pausuklovn tá teir gera scenuskift, og eg bleiv so ein av teimum, sigur Terji.

Ímeðan Terji helt at Glóð var hæddarpunktið hjá sær í gjár, er tónleikanavnið, ið Anfinn dámdi best í gjár, heilt avgjørt Killer Jane.

- Eg havi ongantíð sæð so nógvan energi á einum palli, sum Margreta á Rógvi hevði í gjár, sigur Anfinn, og leggur afturat at hon hevði meira lív í sínari framførslu enn Dreams og Týr tilsamans.

Anfinn & Co skulu, saman við Niklas Heri úr Dynamit og Jens Marni á pallin kl 21.45 í kvøld. Teir skulu spæla fýra sangir hvør, og Anfinn væntar nógv fólk og gott lív í.

- Tað var øgiliga gott lív í í gjárkvøldið, og tað verður tað vantandi eisini í kvøld tá tað nokk verða enn fleiri fólk, sigur Anfinn.