Terji og Føstufressar aftur undan kavi

Eitt av høvuðsnøvnunum á Ólavsøkukonsertini í ár verður Terji og Føstufressar. Hetta er fyrstu ferð síðan 1991, at bólkurin, sum stendur aftanfyri eina av mest seldu føroysku fløgunum, aftur stendur saman á palli

Nú ólavsøkukonsertin, sum verður sunnudagin tann 27. juli, so spakuliga nærkast fæst greiða á, hvørjir bólkar fara standa á palli hetta kvøldið. Eitt av høvuðsnøvnunum á konsertini verður Terji og Føstufressar.
Føstufressarnir, ein av okkara allarbestu tónleikabólkum, verður nú aftur at hoyra á palli. Eftir at hava ligið í dvala í tólv ár, eru Terji og føstufressarnir vaknaðir aftur. Hetta er einki minni enn ein stórhending innan føroyskan tónleik, tí bólkurin stendur fyri eini av tí best umtóktu føroysku útgávunum nakrantíð.
Kaj Johannesen, ið er formaður í FUT, sum skipar fyri konsertini, váttar, Terja og Føstufressar skulu spæla, men hann leggur afturat, at enn eru allir smálutirnir ikki komnir uppá pláss. Hann væntar tó, at viðurskiftini skjótt eru fingin í rættlag.

Fyrstu ferð síðan 1991
Terji og Føstufressar, sum var ein samanrenning millum nakrar av limunum í bólkinum Plúmm og øðrum tónleikarum, hava ikki verið á palli síðan 1991, tá bólkurin spældi eina konsert.
? Vit gleða okkum sjálvsagt sera nógv til at spæla saman aftur. Tað hevur í veruleikanum ongantíð ligið fyri hjá okkum at spæla saman, tí at bassspælarin hjá okkum Arnold Ludvig hevur búð uttanlands síðani 1991, og aðrir hava eisini verið nógv uttanlands, sigur Terji Rasmussen.
Sum skilst hevur Arnold ætlanir um at flyta heimaftur til Føroyar í næstum. Hann flutti í 1991 til Íslands, har hann var í tvey ár, og síðani hevur hann búleikast í Kanada. Leivur Thomsen og Eyðun Nolsøe búgva báðir í Danmark, men teir vera báðir í Føroyum í summar.
Bólkurin hevur givið eina fløgu út, sum hevur navn eftir bólkinum. Fløgan varð givin út í mars 1990. Hon er seld í umleið 5000 eintøkum, og er millum mest seldu fløgur í Føroyum. Terji og Føstufressar fara á konsertini at spæla sangir frá hesi legendarisku fløguni.
? Vit skulu bara uppfríska tónleikin, og fleiri av okkum hava eisini spælt sangirnar frá fløguni við øðrum bólkum gjøgnum árini. Tað verður eingin trupulleiki, tí at tónleikararnir í hesum bólkinum eru teir bestu í Føroyum, sigur Terji uttan at blunka.

Fiasko at byrja við
? Tá fløgan kom út, var hon ein fiasko. Tað var ikki fyrr enn tvey ár seinni, at hon veruliga fór at selja, og nú er hon útseld, sigur Terji Rasmussen. Hann upplýsir, at hann enn rindar rentur uppá lánið, sum hann tók til at gera fløguna.
Av tí at fløgan seldi so seint, hevur tað tikið langa tíð at gjalda lánið aftur. Hevði hon selt 5000 eintøk beinanvegin, hevði tað verið lættari fíggjarliga.
? Hetta er tann fløgan, sum hevur havt størst týdning fyri meg, og sum eg havi verið mest nøgdur við, sigur Terji um fløguna, sum hann kallar sítt høvuðsverk.

Gamla manningin
Hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at manningin aftur er savnað, men onkur, sum var við á fløguni, verður tó ikki við á konsertini.
Terji Rasmussen sigur, at Holger Laumann, sum spældi saxofon á fløguni, helst ikki verður við. Í hansara stað kemur onkur føroyskur saxofonspælari. Rúna á Heygum, ið sang ein sang á fløguni og sum harumframt sang kór til fleiri sangir, verður eftir øllum at døma heldur ikki við.
Annars verður manningin á konsertini eftir ætlan henda: Rógvi á Rógvu, trummur, Arnold Ludvig, bass, Magnus Johannesen, keyboard, Leivur Thomsen, el-gittar, Eyðun Nolsøe, akkustiskan gittar og Terji Rasmussen, sang.