Konsert
Leygarkvøldið, 23, mars, verður kosert á Kambsdali. Vegna onkra misskiljing hevur tað áður staðið, at konsertin skuldi vera næsta leygarkvøld, men so er ikki. Tað er Terji Rasmussen, sum stendur odda fyri einum bólki á konsertini leygarkvøldið. Talan er um ein nýggjan bólk, ið fyri fyrstu ferð roynir seg til eitt størri tiltak. Flestu føroyingar kenna óivað Terja Rasmussen og hansara tónleik. Terji er nýnólsoyingur, og hann hevur eisini ein bólk við sær leygarkvøldið, ið er mannaður av nólsoyingum. Bólkurin fer at leggja seg eftir at spæla ein góðan blanding av nýggjum og eldri løgum, bæði egið tilfar og tilfari hjá øðrum.
Meðan Terji og hansara nólsoyingar hvíla fáa áhoyarnir fyrsta floks DJ Show at hoyra. Tað er tað sokallaða Hit Show 2002, sum fer at floyma út úr hátalarunum.