Tað var ikki tað stóra á skránni fyrsta stevnudagin, og tó so. Fyrireikararnir høvdu boðað frá, at sjálvur Terji Rasmussen skuldi spæla í mat- og øltjaldinum á keiini.
Og tað høvdu nógv fangað, tí tá klokkan lá um miðnátt, var tjaldið mest sum fult.
Og so væl sum Terji dugir at fáa lív í, ungaði tjaldið skjótt av felagssang líknandi hugna.
Sum tað leið út á náttina fyltist tjaldið alt meira av fólki, og hóast meginparturin var nólsoyingar, fastbúgvandi sum vitjandi, so vóru eisini nógvir fremmandir gestir ímillum.
Á skránni stóð, at Terji skuldi spæla frá klokkan 23 til 02, so var rómurin minst líka stórur, tá klokkan var farin av 03.
Terji hevði á facebook heitt á tónleikarar um at koma í tjaldið at »jamma« saman við honum, og alt kvøldið hevði hann elsta son sín, Fríða, at spæla saman við sær, sum myndin eisini vísir.
Skal tjaldið í gjárkvøldið takast sum ein forsmakkur upp á ovastevnuna, so verður hon góð.