Ternan slapp ikki at í Nólsoy í gjárkvøldið, og hevur eisini avlýst fyrsta túr í morgun.
Hóast veðrið at sigla um fjørðin er av tí besta, var vindurin í gjárkvøldið so nógvur, at Ternan slapp ikki at í Nólsoy.
Síðuskrúvurnar megnaðu ikki at vinna upp móti harða útsynninginum, og tí gjørdi skiparin av, at fara til havnar aftur við øllum ferðafólkunum. Samstundis var túrurin úr Havn klokkan 22 avlýstur.
So at siga øll ferðafólkini troppaðu upp aftur í morgun til túrin klokkan 7.55, men tá klokkan var farin av átta boðaði skiparin frá, at eingin møguleiki var at sleppa at í Nólsoy.
Líkindini í morgun eru sum sjáldan sæð áður, og mált var upp í 32 m/s.
Hann skal kortini maka út á fyrrapartin, og skiparin lovaði, at Ternan fer at sigla næsta túr, sum er klokkan 12.30.