Seinastu vikurnar hevur Ternan røkt siglingina um Leirvíksfjørð, meðan Dúgvan hevur verið á beding. Men nú er Dúgvan farin aftur í sigling og røkir Leirvíksfarleiðina saman við Sam.
Ternan er farin longur suður at sigla og skal í um leið tríggjar vikur loysa Teistan av í siglingini um Skopunarfjørð. Teistin verður næstu vikurnar á beding.